Sandavágur: Grindin lagt beinini

Umleið hundrað hval løgdu beinini í Sandavági fyri eini løtu síðan. Tað upplýsir Sámal Jákup Jørgensen, ið er ein av grindaformonnunum í Sandavági.


- Drápið gekk væl og tók umleið fimtan minuttir, men grindin vildi ikki beinanvegin gera landgongd, sigur grindaformaðurin.


Upprunaliga varð mett, at grindin var umleið 200 hval, men sigur grindaformaðurin, at tað kann vera, at ein bólkur slapp.


- Tað kann vera, at vit mistu nakrar hval, tí tað var so óslætt á sjónum. Men eg meti, at har eru umleið 100 hval, sigur grindaformaðurin.