Síðani 2000 hevur Sandavágs kommuna gjørt íløgur fyri 27 mió. krónur, og allar eru framdar uttan lántøku Fíggjarætlanin hjá Sandavágs kommunu fyri 2008 javnvigar við 34,3 mió. krónum. Kommunuskatturin verður 20,8 prosent og barnafrádrátturin 3.500 krónur fyri hvørt barnið.
Kommunan hevur sett 13,9 mió. krónur av til íløgur næsta ár. Av hesum fara 4,9 mió. krónur til byggibúning, 4,0 mió. krónur til almanna- og heilsumál og 1,8 mió. krónur til skúla- og mentamál.
Bygdarráðið væntar, at skattainntøkan í 2008 verður slakar 19,5 mió. krónur, og at kommunan skal taka 10 mió. krónur í láni.