Sandá var øll grá

Tá ið ein fyritøka í seinastu viku gróv fyri jarðhita við eini hús á Argjum, var har óvæntað so nógv grundvatn, at dustið fór við vatninum oman eftir Sandá

Tað hevur altíð verið sagt, at í Føroyum er yvirflatuvatn og ikki grundvatn.
Men hetta er ikki galdandi fyri allar Føroyar.
Eini hús á Argjum skulu hava jarðhita, og mannagongdin er, at grivið verður eitt 200 metra djúpt hol niður í jørðina.
Ein svensk fyritøka kemur til Føroya at bora hesi hol, og fyirtøkan kemur, tá ið eitt ávíst tal av umbønum er.
Í seinastu viku varð grivið við eini sethús á Argjum.
Luft varð pumpað niður í holið fyri at fáa dustið upp, og tað varð so ført við vatninum yvir í eina bingu, har tað stóð og botnfall.

Fleyt yvir
Men púra óvæntað var har so nógv grundvatn, at tað fleyt yvir, fór út í eina lítla á og víðari oman í Sandá. Eftir lítlari løtu var alt vatnið í ánni grátt.
Tað kom óvart á bæði fyritøkuna og Tórshavnar kommunu, at so nógv grundvatn var.
Fyritøkan hevur verið og borað i Suðuroynni, har einki vatn var, og heldur ikki var nakað vatn, tá ið borðað varð oman fyri farstøðina í Havn.

Gjørt mannagongdir
Súni Christiansen, leiðari á umhvørvisdeildini í Tórshavnar kommunu sigur, at jarðhiti er so nýtt hugtak í Føroyum, at ongar fastar mannagongdir hava verið. Nú hevur kommunan avtalað við fyritøkuna, at hvørja ferð farið verður at bora í kommununi, skal kommunan fáa boð, so kommunan kann ávísa hvar nærmasta kloakk er. Hetta er fyri at sleppa undan, at dustvatn rennur út í nakra á. Allar umsóknir skulu á borðið hjá umhvørvisdeildini.
Henda dagin skolaði dustvatnið í Sandá skjótt burtur, men tó so helt onkur seg síggja síl í ánni við búkinum upp. Dustið er ikki eitrandi, men tað kann seta seg í toknurnar hjá sílunum.