Vetrarnáttin tann vakra um vøtn og fjøll seg leggur
fjallatindar vakrir stíga upp móti himnahálvinum
mánin undan Kirkjubøreyni nú er komin
mánalýsið um bygdina fevnur
Áin gjøgnum dalin seg smoyggjur
áarløkurin undan helluni við sjóðan kemur
móti fossinum leiðin gongur
á tromini ketta á vakt stendur
Brúsandi fossur vakurleiki hesa nátt
brúgvin um ánna bygd og bý bindur saman
ljósið frá fossinum eitt vakurleika spæl av skaparans hond
Sandá - hesa nátt eg ei gloymi.
Steinbjørn Viggosson Olsen










