Dánjal Højgaard
Sancy Seafood var í farnu viku løggildað sum saltfiskaframleiðari. Virkið hevur sostatt møguleika at gerast eitt kombinerað fiskavirki, sum bæði arbeiðir saltaðan og feskan fisk.
Virkið kann fara undir at framleiða bæði saltfløk og saltfisk. Men í fyrstu atløgu ætla tey bert at leggja seg eftir søltu fløkunum, tí framleiðslan av saltfiski krevur størri íløgur.
Javnari framleiðsla
Higartil hevur virkið bert arbeitt feskan fisk. Tað hava verið uppí 25 fólk til arbeiðis á virkinum, men arbeiðið hevur verið ógvuliga óstøðugt.
-Higartil hevur ikki verið arbeitt meira enn 1-2 dagar um vikuna, og vit hava ikki havt arbeiði hvørja viku. Í framtíðini kunnu vit væntandi arbeiða einar 3-4 dagar um vikuna, sigur Jens Petur Brattalíð, virkisleiðari.
-Kombinatiónin av saltaðum og feskum fløkum fer at skapa meira støðugt arbeiði, sigur hann.
Salfiskaframleiðslan á Sancy Seafood kann byrja so skjótt sølusáttmálarnir eru komnir upp á pláss. Saltfiskaprísurin er góður fyri tíðina, og tað sær bjart út, verður sagt.
Tað var Heri Hjelm, sum í síni tíð bygdi virkið á Tjørn at kryvja laks á. Felagið Southern Seafood átti virkið eina stutta tíð, til eigararnir av trolaranum Sancy yvirtóku tað í 1998.