Sancy liggur neyvan leingi á Eskifjørðinum

- Sancy er í løtuni í hondunum á sýslumanninum og løgregluni í Eskifjørðinum, har viðurskiftini verða kannað, sigur Dagmar Sigurðardóttir hjá íslendska fiskiveiðieftirlitinum

Sancy-málið

Dagmar Sigurðardóttir, sum er kunningarfólk hjá íslendska fiskiveiðieftirlitinum, segði í morgun við Sosialin, at sýslumaðurin og løgreglan á Eskifirði í løtuni eru í holt við at kanna, hvør sannleikin er í málinum um føroyska djúpvatnstrolaran, Sancy, sum íslendska sjóverjan tók í íslendskum sjógvi næst síðstu nátt.
Hon sigur, at lastin verður kannað, eins og skipsdagbók og onnur viðurskifti, sum íslendsku myndugleikarnir hava áhuga fyri.
- Men eg vænti ikki, at Sancy verður liggjandi leingi á Eskifirði. Helst gongur dagurin í dag og kanska morgindagurin, áðrenn skipið sleppur avstað aftur.
Hon vísir á, at reiðaríið helst fær møguleikan at veita eina trygd í peningi, so skipið ikki verður liggjandi longri enn neyðugt.
- Reiðaríið hjá Sancy hevur fingið sær ein íslendskan sakførara, sum tekur sær av málinum vegna trolaran.
Dagmar Sigurðardóttir sigur, at tá ið kanningarnar eru lidnar, og málið er búgvið til støðutakan í íslendsku skipanini, verður tað helst avgjørt í Eskifirði ella á Egilstøðum.
Tað var 46 ára gamla íslendska sjóverjuskipið, Óðin, sum tók Sancy á veg úr Íslandi til Bretlands.
Tá ið Sancy sigldi til Eskifjarðar eftir boðum frá íslendsku sjóverjuni, vóru tveir menn, sum komnir vóru úr Reykjavík, umborð á skipinum á ferðini.