San Siro leikvøllurin verður tikin niður, hetta gjørdist greitt í dag. Forsetarnir í AC Milan og Inter Milan Pauolo Scaroni og Alessandro Antonello, gjørdu hetta klárt í dag.
San Siro opnaði í 1926, og síðan 1945 hevur leikvøllurin verið heimavøllur, hjá báðum stórfeløgunum í Milano, AC Milan og Inter Milan. San Siro hevur eisini virkað, sum heimavøllur hjá italska landsliðinum.
San Siro verður tikið niður, tí at ein nýggjur leikvøllur verður bygdur, beint við síðuna av. San Siro, fer enn at virka sum heimavøllur, hjá bæði Inter Milan og AC Milan, til nýggi leikvøllurin er liðugur. Enn er ógreitt, nær nýggi vøllurin verður liðugur.