Høgni Hoydal og Torbjørn Jacobsen fara longur. Teir ávikavíst skoyta uppí setningar ella klípa burtur av teimum tá teir endurgeva. Hettar er ein smartur máti at lúgva uppá.
Torbjørn skrivar í Dimmalætting soleiðis: ?Thomas Arabo heldur í blaðnum í gjár,at tað er ódámligt, tá tjóðveldismenn mobilisera grønlendskar fólkatingslimir fyri eina søk?, og so gloymur hann ?ið teir ikki klára at skapa undirtøku fyri her heima?. Eitt ikki týdningarleyst forgloymilsi!
Noyðast at draga øll møgulig onnur uppí
So skrivar Torbjørn um nakrar navngivnar grønlendskar heiðursmenn. Eg kenni hesar menn persónliga og kann taka undir við hvørjum orði, ið skrivað verður, og kundi skoytt nógv gott uppí, men góðasti Torbjørn lat vera við at draga hasar dugnaligu heiðursmennirnar niður í títt oratoriska runudíki.
Samanumtikið so snúði mín grein seg um tað ódámliga í at biðja útlendingar ? óansæð nationalitet - um hjálp at gjøgnumføra nakað, ið tit ikki hava fingið undirtøku frá einum meiriluta av tykkara egnu landsmonnum.
Hava gingið í ring í 3 ár
Eg skilji væl frustratióninia hjá Høgna og Torbjørn. Teir mugu í dag sita við einari kenslu av at hava spilt tíðina, eftir at hava gingið í ring í 3 ár. Aftaná at hava skrivað upp og niður í fleiri ár um at einki stig fyri stig skuldi vera, so eru vit komnir runt. Fyrst skuldu vit hava fullveldi, so skuldu vit hava eina skipaða loysing yvir eitt áramál, og nú skulu vit yvirtaka undir Heimastýrislógini, eins og vit hava gjørt síðani 1948.
Gott at vegurin frameftir tykist greiður. Eg vildi bara ynskt, at menn fóru at fáast við at fremja yvirtøkur í verki og annars reka praktiskan politikk, ístaðin fyri at spæla 20 spurningar til professaran niðri á Fólkatingi við at seta Statsministarnum spurningar, ið hóskandi kundu verið sendir til Zacharias Wang ella Fróðskaparsetrið í staðin.