”Tað byrjaði við, at eg og Ólavur Ólavsson, sum eisini lesur á CBS, eitt kvøldi fyri trimum árum síðan sótu og tosaðu um, hvussu nógvir føroyingar tað mundu ganga her á skúlanum. Sum vit sótu og prátaðu, komu vit inná, at hóast tað ivaleyst vóru eini 200 ella fleiri, so visti eingin stórt sæð av hvørjum øðrum vegna manglandi samskifti. Tað var øgiligt spell, tí sum føroyingar við felags áhugamálum í Keypmannahavn, kundi tað bara vera ein fyrimunur fyri okkum, at vit kundu standa saman einum felagsskapi. Tá fingu vit so hugskotið at stovna ein felagsskap, sum fekk navnið ’Samvinnan’”, sigur Tróndur.
’Bert’ ein sosialur felagsskapur
Eftir stovnandi aðalfundin í 2007 varð Ólavur valdur til nevndarformann, meðan Tróndur varð valdur til næstformann. Í 2009 gjørdist Tróndur formaður. Ólavur er tó enn í nevndini sum vanligur nevndarlimur.
”Í byrjanini var Samvinnan einans ætlað teimum lesandi á CBS, so tey kundu læra hvønn annan at kenna. Vit byrjaðu í tí smáa, har vit upplýstu um felagsskapin við at fáa hann út í orð, og so við og við byrjaði Samvinnan at koma runt til føroyingarnar á CBS. Eisini hava vit roynt at brúkt Facebook nógv í okkara marknaðarføring av felagnum, tí hetta er bæði lætt, bíligt og effektivt. Eftir eina tíð føldu vit, at tað var neyðugt at skipa fyri onkrum tiltøkum fyri at staðfesta felagsskapin,” sigur Eva Nolsøe, sum gjørdist nevndarlimur á síðsta nevndarfundi.
”Tiltøkini hava í høvuðsheitum verið hálvárligar veitslur við góðum mati og hugna. Tann sosiala felagsskapin meta vit at hava ómetaliga stóran týdning. Um eini 25 hava verið hvørja ferð, men ynskja og vænta vit, at hetta talið verður hægri í framtíðini. Eitt annað tiltak, sum vit hava regluliga, er hósdagscafé. Tá møtast vit í caféini, sum er á CBS fyri at tosa og hugna okkum,” sigur Emil, ið eisini varð valdur á fyrsta sinni í nevndina síðsta aðalfund.
Føroyska vinnan er blind
Eitt av endamálunum hjá Samvinnuni er at lata eyguni á tí føroysku vinnuni upp.
”Tað er ógvuliga hugstoytt at síggja, hvussu líkasæl føroyska vinnan er fyri lestrarumhvørvinum hjá føroyingum. Sjálvsagt eru møguleikarnir nógv størri her í Danmark, tá Danmark er meira enn hundrað ferðir so stórt sum Føroyar. Men fyri tað kann føroyska vinnan gera nakað meir, enn hon ger í dag,” sigur Eva.
”Bara tað at skriva eina kandidatritgerð um eina føroyska fyritøku tykist at vera næstan ógjørligt. Sjálvsagt skulu øll ikki skerast yvir ein kamb, men vanligi hugburðurin hjá føroyskum fyritøkum er ”Hvat vilja tit nú?”, tá lesandi seta seg í samband við seg. Tað sigur seg sjálvt, at um ein møtir slíkum hugburði frá teimum føroysku fyritøkunu, hvørvur allur áhugi fyri at skriva um. Harvið fer eisini ein rúgva av potentiellari vitan til spillis,” sigur Emil.
”Eitt dømi um, hvussu lítil áhugi er í Føroyum, er, at ein vinmaður hjá mær skuldi skriva sína kandidatritgerð. Hann vildi ógvuliga fegin skriva um eina føroyska fyritøku, og setti hann seg tí í samband við eina rættiliga stóra fyritøku heima í Føroyum. Heilar tríggjar ferðir skrivaði hann til hesa fyritøkuna, um tey møguliga vóru áhugað í at skrivað varð um hana. Í sínum skrivi bjóðaði hann sær at gera eina fulla greining av fyritøkuni. Hon vildi innihildið henta og eventuelt týdningarmikla ráðgeving og upplýsingar um fyritøkuna, sum hon hevði fingið fulkomiliga ókeypis. Ein greining, sum fyritøkur í Danmark vildu goldið í dýrum dómum fyri. Tað einasta, sum kravdist av fyritøkuni, var, at hon setti tveir ella tríggjar tímar av til viðkomandi og góvu honum nøkur tøl. Hann fekk ikki so mikið sum eitt svar,” sigur Tróndur og ristir við høvdinum, meðan hann heldur fram ”Tað ringasta, sum kundi hent fyri hesa fyritøkuna, var, at tey høvdu fingið eitt nýtt sýni á fyritøkuna. Har var einki at tapa og alt at vinna.”
”Í stuttum kann sigast, at tær føroysku fyritøkurnar við slíkum hugburði skjóta seg sjálvar væl og virðiliga í fótin,” sigur Emil.
Føroyar tapa
Tað eru ikki einans tey lesandi og vinnan, sum verða við sviðið soð við núverandi hugburði. ”Føroyaland kann í síðsta enda standa eftir sum tann stóri taparin. Um tær føroysku fyritøkurnar ikki vakna og síggja virðið í teimum lesandi, er tað eisini sannlíkt, at tey lesandi í útlandinum ongantíð fara at arbeiða fyri tær. Um tær donsku og útlendsku fyritøkurnar haraftrat fyrst hava fingið fatur á teimum føroysku lesandi, so verður tað torført at fáa tey heim aftur til Føroya seinni. Tapið, við at føroyingar ikki flyta heimaftur, er sum øllum kunnugt ómetaliga stórt, og kemur tað føroyska samfelagið at standa eftir sum tann stóri taparin,” sigur Eva.
Danska vinnan í harðari kapping um tey lesandi
”Tað er ótrúliga løgið at síggja, hvussu stórur munur er á sjónarmiðnum hjá vinnuni í Danmark og í Føroyum á tey lesandi. Her í Danmark verður tað av sonnum fjálgað um tey, og kappast tær ymisku fyritøkurnar á allar møguligar hættir fyri at vera fyrst at fáa fatur á teimum. Í Føroyum verða tey í roynd og veru meira sædd sum eitt haft um beinið, har tey sjálvi mugu berja seg inn á arbeiðsmarknaðin,” sigur Tróndur.
”Ja,” skoytir Eva uppí ”Eitt nú á Københavns Universitet arbeiða tey við eini størri verkætlan, har fleiri av teimum lesandi skulu fáa møguleikan at fáa hvør sín persónliga mentor frá arbeiðslívinum. Á henda hátt verður tað skapt ein brúgv millum tað teoretiska og praktiska. Tær privatu fyritøkurnar heysta sjálvsagt tann ágóða, at tá hesin lesandi verður liðugur við sína útbúgving, er tað stórur møguleiki fyri, at viðkomandi endar hjá hesi fyritøku. Á henda hátt vinna báðir partar.”
”Dagliga verða vit eisini mint á, hvussu virkið danska vinnulívið er í lestrarumhvørvinum. Øll hølini í skúlanum eru stuðlað av privatum donskum fyritøkum. Eitt høli eitur so eftir hesi fyritøkuni til dømis ’Danske bank auditorium’. Men eitt stuttligt dømi um, hvussu nógv fyritøkurnar gera burturúr, er tað árliga afturvendandi tiltakið ’casecompetition’, ið snýr seg um, at næmingar skulu gera eina greining av eini ávísari fyritøku. Í ár var tað Tivoli. Hóast Tivoli máttu ofra eitt sindur av tíð og orku upp á kappingina, so fingu tey tað so nógvar ferðir innaftur við at fáa góð hugskot og nýggjar vinklar á fyritøkuna,” sigur Emil.
Nógv jørn í eldinum
Síðan fyrsta nevndarfund er nógv hent í Samvinnuni. Frá ’einans’ at hava verið ein sosialur felagsskapur er Samvinnan farin í samskifti við tað føroyska vinnulívið. Ætlanin er at skapa eina brúgv millum tey føroysku lesandi og vinnulívið í Føroyum. Nakrir av nevndarlimunum hava gjørt eitt megnararbeiði, har teir hava sett seg í samband við nógvar fyritøkur fyri at søkja um stuðul. Men tann størsta verkætlanin fyri tíðina er tann nýggja heimasíðan hjá felagnum www.samvinnan.com, sum fer at verða tøk um stutta tíð. Á heimasíðuni skal so at siga alt viðkomandi liggja.
”Vit leggja sera stóran dent á, at heimasíðan skal hava allar neyðugar hentleikar, sum gevur atgongd til nógvar møguleikar. Eitt nú skal tað vera møguligt hjá lesandi at stovna sær ein profil, har tey kunnu leggja sítt CV út. Um føroyskar fyritøkur tá hava tørv á starvsfólki – í longri ella styttri tíð – skulu tær kunnu venda sær til tann einstaka lesandi gjøgnum heimasíðuna. Á henda hátt gerst tað lættari hjá tí lesandi at fáa eitt nú eitt summarstarv, men hetta er samstundis ein fyrimunur fyri fyritøkuna, tí hon lættari kann fáa fatur á rætta starvsfólkinum. Vit síggja henda møguleika sum ein stóran fyrimun hjá føroyskum fyritøkum, tí á henda hátt eru tær betri tryggjaðar at fáa tey lesandi til sín eftir loknan lesna,” sigur Tróndur.
Hjálpa nýggjum lesandi
”Samvinnan hevur í høvuðsheitum trý endamál – tríeinigheitina, sum vit eisini kalla tað,” sigur Tróndur skemtandi og heldur fram ”Fyri tað fyrsta vilja vit skapa eitt samskifti millum tey lesandi og vinnulívið í Føroyum. Harnæst vilja vit samla tey, sum longu eru lesandi á CBS, so vit kunnu samskifta við hvønn annan. Fyri tað triðja vilja vit gera tað lættari hjá nýggjum lesandi at byrja á CBS. Tá eg til dømis skuldi finna mær eina útbúgving, hevði eg onga hóming av, hvar eg skuldi byrja at leita. At leita runt á heimasíðunum hjá skúlum eftir viðkomandi upplýsingum var sum at leita eftir eftir eini nál í eini hoysátu. Hetta vilja vit, at onnur lesandi skulu verða spard fyri,” sigur Tróndur. Ætlanin er eisini at hava eina stutta lýsing av hvørjari linju, har tey nýggju lesandi kunnu fáa eina stutta og greiða lýsing av útbúgvingunum. Eisini skal tað vera møguligt at seta seg í samband við tey núverandi lesandi fyri at kunna spyrja tey til ráðs um útbúgvingina.
”Haraftrat vilja vit fegin hjálpa teimum nýggju lesandi, tá tey so eru komin til Danmarkar. Tá ein av fyrstan tíð flytur niður til Danmarkar, er tað sera nógv at hugsa um, og fyri nógv kann tað vera ein sera hørð tíð. Tá skulu vit kunna hjálpa teimum við eitt nú góðum lestrarráðum ella bara at vera til taks,” sigur Emil.
”Í framtíðini ætla vit at senda eitt umboð til tiltakið ’Markleys Útbúgving’, sum er eitt afturvendandi árligt tiltak í teimum føroysku miðnámsskúlunum. Har skulu vit so greiða frá um CBS og Samvinnuna, so tey vita, hvørji vit eru,” sigur Eva.
Væl móttikin av vinnulívinum
Hóast Tróndur, Eva og Emil halda, at tað føroyska vinnulívið hevur skeivan hugburð til lesandi, so eru tey bjartskygd um framtíðina.
“Vit trúgva, at tað er møguligt at broyta hugburðin í Føroyum. Tað er eisini tí, at vit hava stovnað Samvinnuna – fyri at skapa brúnna millum skúlan og vinnulívið. Vit hava longu verið eitt sindur úti um okkum og sett okkum í samband við ymiskar føroyskar fyritøkur. Tær hava stórt sæð allar verið sera positivar móti okkum. Tað eru vit ógvuliga fegin um, og vísir hetta eisini, hvussu nógv hesin felagsskapurin hevur manglað áður. Vit hava eisini longu fingið nakrar stuðlar, sum vit eru ógvuliga fegin yvir, men ynskja sjálvsagt, at teir gerast enn fleiri í tali. Núverandi stuðlarnir eru: Elektron, Eik, Inventartænastan og Formula” sigur Eva.
Stórar framtíðarvisiónir
Spurd um, hvussu tey síggja upp á Samvinnuna um tíggju ár, eru tey ikki í iva.
”Til ta tíð verður samvinnan ein væl gróðursettur felagsskapur, sum fer at hava stóra viðurkenning í Føroyum. Við hesari ferðini fer tað kanska at vera longu um fimm ár, at vit eru komin so langt,” sigur Emil smílandi.
”Møguleikarnir fyri menning eru óteljandi. Einans hugflogið setir avmarkingar. Eitt nú hava vit hugsað, at tað hevði verið áhugavert at fingið ein persón frá tí føroyska vinnulívinum at verið í nevndini,” sigur Eva.
“Men í síðsta enda er alt tengt at, hvussu tað føroyska vinnulívið tekur í móti okkum. Um tey ikki ynskja samstarv, so verður Samvinnan ’einans’ ein sosialur felagsskapur fyri tey lesandi. Men vit trúgva, at vinnan fer at skilja, hvussu týdningarmikil vit lesandi eru fyri ta føroysku vinnuna og alt Føroyar – og handla hareftir,” sigur ein bjartskygdur Tróndur at enda.