Samvinnan, sum er áhugafelag hjá føroyskum lesandi á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, CBS, hevði í farnu viku nevndarfund, har viðkomandi mál vórðu viðgjørd. Serliga eitt mál varð nógv viðgjørt: Hvussu kann sambandið millum ungu lesandi á CBS og føroyska vinnumlívið knýtast enn nærri.
- Fyri bara nøkrum fáum árum síðan var tað stórt sæð einki samskifti millum okkum lesandi og so okkara komandi arbeiðspláss heima í føroyska vinnulívinum, sigur Eva Skeel Nolsøe, forkvinna í Samvinnuni.
- Men nú tykist rákið at hava vent. Tey síðstu fáu árini er nógv hent á føroyska vinnupallinum. Eitt nú hevur jobmatch verið eitt afturvendandi tiltak, fyrst í Danmark og nú seinast í Føroyum. Slík tiltøk eru sera tiltrongd í Føroyum, og fegnast vit yvir, at jobmatch og líknandi tiltøk hava fingið so góða undirtøku, sigur Eva og sipar eisini til tiltakið í Klaksvík síðsta summar, sum millum annað varpaði ljós á møguleikar hjá ungum at flyta heimaftur.
Sambært Evu er tó enn langt á mál.
- Enn vantar nógv, og tað er við tí fyri eyga, at vit eru farin undir arbeiðið í 2012. Eitt nú fara vit at arbeiða móti, at tað skal verða lættari og ómakaleysari at skriva kandidatavhandlingar um føroyskar fyritøkur. Somuleiðis ynskja vit at skerpa profilin hjá teimum, ið verða liðug á CBS, so tey eru lættari atkomilig hjá føroyska vinnulívinum, sigur Eva.
Á fundinum í gjár vórðu tveir nýggir limir valdir inn í nevndina: Rúna S. Mikkelsen og Rannvá T. Jørmundsson.
Mynd: Eva Skeel Nolsøe, til vinstru, á fundi saman við øðrum nevndarlimum á CBS (savnsmynd)