Í næstum verður skotsk vika í Havn. Hetta er partur av tí vinarbýarsamstarvi, sum er millum Tórshavn og Aberdeen. Vinnulívsfólk, handilsfólk og listafólk av ymsum slag koma henda vegin at sýna og vísa seg fram. Tað var á oljumessuni í Aberdeen herfyri, at seinasta hond varð løgd á fyrireikingarnar til skotsku dagarnar, sum verða ymsa staðni í høvuðsstaðnum.
Skotar skulu vera so hjartaliga vælkomnir til Føroya. Hóast vit eru næstu grannar, so kenst tað líkasum at vit hava verið so fjar hvør frá øðrum gjøgnum øldir. Alt ov fjar. Tí hvat skuldi verið meira náttúrligt enn eitt tætt samstarv á øllum hugsandi økjum. Væl eru vit í ríkisfelagsskapi við Danmark, men harfyri eiga vit ikki bara at stara okkum blind tann vegin. Heimurin er stórur og stendur víðopin fyri okkum øllum. Tað ræður bara um at síggja møguleikarnar og so fara undir uppgávurnar. Og hesar uppgávur kunnu vera so nógv.
Ein teirra er at samskifta og samvinna innan ídnað og handil. Eitt annað øki er mentanin. Og uppaftur eitt øki, sum kanska er tað mest týðandi og grundarlagið undir einum veruligum samstarvi og sínamillum virðing og forstáilsi er útbúgvingin av okkara unga fólki. Vit hava seinastu árini sæð, at fleiri og fleiri føroyingar fara til Aberdeen og onnur støð í Bretlandi at útbúgva seg. Hetta er kærkomið. Tí okkara ungu skulu hava fleiri møguleikar at velja sær útbúgvarstað enn bara Danmark. Harfyri er ikki sagt, at tey skulu gevast at fara til danskar útbúgvingarstovnar. Spurningurin er meira um bæði og.
Sum lítið og fjarskotið samfelag hava vit brúk fyri, at okkara unga fólk nemur sær kunnleika og vitan í nógvum londum. Tá tey koma heimaftur hava tey við sær íblástur og vitan av ymiskum slag og frá ymsum tjóðum og nationalitetum. Tað er sunt fyri okkara samfelag. Tað er við til at fjøltátta heldur enn at einsrætta. Vit skulu hyggja í allar ættir og læra av øllum. Taka tað besta til okkum.
At vit so eisini royna at fáa tættari samband við oyggjarnar norðan fyri Skotland, eitt nú Hetland og Orknoyggjar er at fegnast um. Í næstum verður stór ráðstevna í Hetlandi, har eisini vit føroyingar eru við. Frá føroyskari síðu hevur ikki minst varaløgmaður og ráðharrin í Norðurlandamálum, Høgni Hoydal lagt stóran dent á nettupp umrødda samstarv við grannarnar fyri sunnan. Tað er skilagóður og frameftirhyggjandi politikkur, sum vit øll eiga at taka fult undir við. Eitt nú ein komandi oljuvinna á Atlantsmótinum krevur tað av okkum.
Sosialurin