Stóra sølustevnan Tórekk varð hildin í Havn í vikuskiftinum við luttøku av nógvum íslendskum og grønlendskum virkjum umframt kendum núverandi og fyrrverandi politikarum. Henda sølustevnan er annaðhvørt ár í Reykjavík og í Havn. Í sambandi við sølustevnuni var íslendski ídnaðarmálaráðharrin á vitjan og metti hon Føroyar sum ein náttúrliga leingjan av íslendska heimamarknaðinum. Føroyski ráðharrin á økinum beyð m.a. íslendingum at gera íløgur í Føroyum. Eisini fyrrv. íslendski forsetin, Vígdis Finnbogadóttir var við í stóra tiltakinum. Hennara leiklutur var eisini at greiða frá tí stóra og spennandi tiltakinum ?Nordatlantens Brygge?, sum er í gerð í Keypmannahavn í løtuni. Hetta er eitt tiltak, sum vit fara at hoyra meira til í komandi tíðum. Eitt tiltak, sum nettup skal vera við til at menna sam-vinnuna og knýta tættari bond millum londini í Norðuratlantshavi og at skapa áhuga og virðing fyri hesum londum úti í heimi. Neyvan finst nakar betri ambassadørur fyri hesi ætlan enn fyrrverandi íslendski forsetin. Vit ynskja henni øðrum, sum eru við til at gera hesa ætlan til veruleika góða eydnu.
HIN vitjanin í hesum døgum er úr Stórabretlandi. Ella kanska rættari Keypmannahavn. Tað er nýggi bretski sendiharrin í Danmark, sum vitjar Føroyar fyri fyrstu ferð. Hann skal vera vælkomin. Í samrøðu við Sosialin (hon kemur í blaðið í vikuni, blaðstj.) sigur hann seg síggja stórar møguleikar fyri øktum samstarvi millum Føroyar og Stórabretland. Her hugsar hann ikki minst um komandi oljuútviklingin á Atlantsmótinum, og tað er so heldur ikki av tilvild, at eitt so høgt umboð fyri bretskar myndugleikar, vitjar í Føroyum stutt eftir, at størsta fyritøkan í Bretlandi, BP Amoco, hevur latið upp skrivstovu her.
NETTUPP umrøddu vitjanir úr næstu grannalondum okkara eru dømi um, hvat er við at henda í hesum partinum av heiminum. Størri og størri áhugi er fyri Føroyum, ikki minst tí, at vit liggja so væl fyri við einum sera ríkum havøki, og møguliga eisini eini ríkari undirgrund. Tað er so heldur ikki av tilvild, at flestu føroyingar ynskja broytt viðurskifti eitt nú í framtíðar sambandinum við Danmark. Tað eru tey, sum vilja hava fullveldi, og tað eru tey, sum vilja hava størri sjálvstýri. Í báðum førum er grundarlagið ein meira støðugur og fjøltáttaður búskapur. Og har er samvinnan við næstu grannar okkara eisini ein týðandi partur. Tí heilsa vit bæði Tórekkfólkunum, Vígdis Finnbogadóttir og bretsku sendiharrahjúnum vælkomnum til Føroya. Latið okkum í felag hjúkla um og verja tey mongu virði, sum hesin parturin av Atlantshavi hevur fostrað. Saman kunnu vit menna ikki bert okkum sjálvi, men alt økið sum eina heild. Og tað er eisini nettup hesa slóð vit eiga at fylkjast um, slóðina móti einum handilsligum, vinnuligum og mentanarligum øki í Norðuratlantshavi - við luttøku av oyggjarlondum og tess næstu grannum, eitt nú Stórabretlandi.










