Samveldissáttmáli millum Føroyar og Danmark

? Politiskt forstáilsi er bæði frá danskari og føroyskari síðu, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at fingið sjálvstýrismálið avgreitt gjøgnum summarið, segði Jóannes Eidesgaard á tíðindafundinum týsmorgunin

Javnaðarflokkurin ætlar, at gerast skal ein samveldissáttmáli millum Føroyar og Danmark, sum verður karmur um nýggju skipanina, sum verður ein politisk avtala millum londini. Samveldissáttmálin skal fráboðast ST, og merkir tað, at báðir partar altjóðarættarliga eru bundnir at halda sáttmálan.
? Sáttmálin hevur m. a. við sær, at ongar forðingar verða fyri yvirtøkum, talan verður ikki um eina »delegatiónslóg«, har Danmark kann taka rættindi aftur og løgtingið verður hægsti myndugleiki føroyinga, sigur Jóannes Eidesgaard.
Javnaðarflokkurin sigur eisini, at í sáttmálanum skal greitt standa, hvussu farast skal fram, um vit ætla okkum úr ríkinum, men Jóannes Eidegaard leggur dent á, at samveldissáttmálin als ikki hevur fullveldi sum endamál, eins og íslendski sáttmálin hevði á sinni.
Jóannes Eidesgaard sigur, at nýggja skipanin millum Føroyar og Danmark kann vara í 20 ár, ella í 50 ella 100 ár.
? Men vit eru sjálvandi noydd at tryggja okkum, at mannagongdin verður staðfest, um Føroya fólk einaferð ger av at fara úr samveldinum við Danmark, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann nevnir møguleikan, um Danmark einaferð í framtíðini verður ein intigreraður partur av einum evropiskum samveldi, so kann tað verða ein fyrimunur fyri Føroyar at verða uttanfyri.
Spurningin um donsku grundlógina heldur Javnaðarflokkurin ikki verða nakran trupulleika.
? Vit hava hoyrt tey, ið tulka hetta so fundamentalistiskt, at tað ikki ber til at gera eina samveldisavtalu, hóast vit eru í sama ríki. Men hetta er eingin trupulleiki. Tað ber væl til at gera eina politiska avtalu, sum greitt definerar hesi viðurskifti og fær altjóðarættarligt gildi. Hendan politiska avtala bindir so danskar stjórnir og donsk fólkating, so leingi avtalan er galdandi, segði Jóannes Eidesgaard.