Samveldi í kreppu

Oddagrein:

Meirilutin av írsku veljarafjøldini feldi Lissabonsáttmálan og skúgvaði ES út í kreppu, sum eftir tí, sum mangir eygleiðarar meta, er ein tann mest álvarssama í ártíggjur. Tað, sum mangur spyr seg í dag, er, hvussu hevði ein fólkaatkvøða endað eitt nú í Fraklandi, Hollandi ella í Danmark? Hvat gekk galið, og hvussu kundu metingarnar gerast so skeivar? Írland hevur um ikki øll svar so nøkur svar til hesar spurningar, sum mong seta sær í hesum døgum. Hetta hevur alt nakað við sjálvan Lissabonsáttmálan at gera. Talan er um ein sera tekniskan og ómetaliga fløktan sáttmála, sum er sera torlisin. Í Írlandi, vilja fleiri blaðfólk og mótstøðufólk móti Lissabonsáttmálanum vera við, at sjálvt forsætisráðharrin dugdi ikki undir valstríðnum at greiða fólki frá, hvat hetta skjal í veruleikanum snýr seg um.

 

Tað er einki at ivast í, at vanlig fólk kring í ES londunum eru ivasom fyri ikki at siga beinleiðis neilig mótvegis ES. Myndin av einum ómetaligum skrivstovuveldi fjart frá heimlandinum stendur sterk. Kenslan at vera uttan fyri ávirkan og kenslan av, at stórar og týðandi avgerðir verða tiknar av anonymum embætismonnum fjart frá gerandisdegnum, er sterk. Somuleiðis er eitt vaksandi tilvit um eitt stórt og ikki sørt vandamikið demokratiskt hall í ovastu stovnunum í ES. Hartil kemur, at sera ymiskar politiskar mentanir bresta saman og uppfatanin av, hvat ið er demokratiskt og hvat ikki er demokratiskt, er sera ymisk. Alt hetta skuggar fyri teimum stóru og ítøkiligu fyrimunum, sum ES tryggjar sínum limalondum, teirra borgarum og vinnulívi.

 

ES limaskapur er fremjandi fyri búskaparligan vøkstur, mennandi fyri gransking og útbúgving, og ES er í roynd og veru vorðin heimsins samvitska, tá tað ræður um mannarættindi, javnstøðu og fólkaræði. Tað er oftast ES, sum tekur stig til altjóða tiltøk, har neyð og harðskapur valda. Men samveldið hevur eisini sínar eyðsýniligu veikleikar. Skipanin er ikki fólkslig, skrivstovuveldið er stórt og trongdin at gera nágreinligar reglur um snøgt sagt alt frá CO2 útlati til bogan á agurkum og støddina á tomatum ger, at samveldi fyri vanliga fólk virkar fremmant og óviðkomandi. Her liggur eitt stórt arbeiði fyri framman, um ES skal verða breitt góðtikið av vanligum fólki í limalondunum. Hinvegin er hendan góðtøkan ein neyðug fortreyt fyri tí menningini av samveldinum, sum skal til, um ES skal verða lív lagað.