Samuel Ljungbladh á Fjarðafestivalinum í kvøld

Umframt tann svenska sangaran, so verður nógv annað á skránni á Fjarðafestivalinum í dag Ì dag verður byrjað í innipallinum, har Høgni Johannesen fer at halda ein fyrilestur klokkan 15.

 

Klokkan 16 verður eitt barnatiltak í tjaldinum, og klokkan 17.45 kunnu tey yngru uppliva Absalon, Beintu og dumsurnar í teltinum. Absalon, Beinta og dumsurnar verða aftur á skránni klokkan 19.45.

 

Klokkan 18.45 fer Breiðband at framføra á innipallinum. Klokkan 19.30 fer Siri í Grund at hava eina kreativa framførslu á innipallinum, sum hon nevnir ?Vøkstur?.

 

Klokkan 20.15 fer Anna Háberg at framføra á innipallinum, og klokkan 20.45 verður Sámal Jákup Jacobsen á skránni í tjaldinum.

 

Klokkan 21.50 fer svenski sangarin, Samuel Ljungbladh á innipallin. Samuel Ljungbladh er 35 ára gamal, og er ættaður úr Umeå norðast í Svøríki. Sum unglingi hevði hann framúr evni, sum bæði fótbóltsspælari og tónleikari. Samuel Ljungbladh valdi tónleikin framum fótbóltin, og tað fáa áhoyrarnir so gleði av í kvøld.

 

Millum tónlistarligu fyrimyndirnar hjá Samuel Ljungbladh eru Stevie Wonder, Donny Hathaway og Kirk Franklin. Umframt gospel, so hava 60 ára og 70 ára soul, funk och R´n´B verið stílurin hjá Samuel Ljungbladh, sum hevur sínar røtur í tí svenska frelsunnarherinum.

 

Klokkan 23.20 verður ?Late night worship? við Odu á Fríðufløtum á innipallinum.

 

Seinast á pallin verður Heine Lutzen. Framførslan hjá honum er sett á breddan klokkan hálvgum eitt í nátt.

 

Fyrireikarnir vóna at síggja nógv fólk inni í Skálabotni, har tað ber til at uppliva eina breiða viftu av tiltøkum á Fjarðafestivalinum.