500 fólk fingu eina framúr tónlistarliga uppliving, tá Samuel Ljungbladh framførdi á Fjarðafestivalinum Tað var kanska á pappírinum ein neyðloysn at fáa Samuel Ljungbladh á Fjarðafestivalin, men í verki var tað prógvað, sum ein góð loysn.
Um framførsluna hjá svenska tónlistamanninum, skrivar www.fjardafestival.com: - Frá byrjan var tað ein ljóðmynd sum vildi nakað. Við eini manning á fimm, harav tveir spældu á tangentar, var lagt upp til nógvan góðan tónleik, sum var lagdur við einum tungum botni við trummum og bassi.
Samuel framførdi á ein heilt unikan hátt sín sang, sum fekk áhoyrararnar uppfrá, og at kenna seg sum part av samlaðu framførsluni.
Stílurin var blandingur av negrospirituel, við ísletti av rokktónleiki.
Røddin var til tíðir ov veik, so man ikki fekk orðini heilt við, men tað órógvaði á ongan hátt heildarmyndina.
Samuel tosaði eitt sindur um hetta at verða ljós, og at vit sum samkoma mugu lata Andan leiða okkum. Víðari tók hann fram, at nakað betri er fyri framtíðina hjá okkum. Guð hevur nakað gott fyri okkum.
Tá endin var liðugur, vórðu teir klappaðir uppaftur, og tá framførdu teir eykalagið ?You got a friend?.
Hetta fekk veruliga alt fólkið í salinum at kóka, og sungu øll í kór saman við Samuel, og tað ljóðaði heilt framúrskarandi. Ein super endi á eini góðari framførslu.
Tað vóru okkurt um 400-500 fólk og lurtaðu, og bæði børn og vaksin fingu eina góða tónleikauppliving, skrivar heimasíðan hjá Fjarðafestivalinum.