Eftir drúgva viðgerð í løgtinginum í kvøld samtykti løgtingið við aðru viðgerð uppskotini hjá Landsstýrinum um at niðurleggja Landsbanka Føroya.
Talan var um fýra uppskot, sum øll vóru samtykt við atkvøðunum hjá samgonguni. Andstøðan atkvøddi ímóti. Málini fara nú víðari til triðju viðgerð.
Orðaskiftið var stundum hart, har andstøðan eftirlýsti fleiri grundgevingar frá samgongulimum og serliga frá løgmanni.
Orðaskiftið endaði klokkan 0:30.
Tingfundur er verður aftur hósmorgunin klokkan 10 við hesi dagsskrá:
1. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2012: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Mótrokning millum hjún)
2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2012: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar part av broyting í útlendingalógini (visumkodeks) við tilhoyrandi ES-skjølum
4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi
5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 61/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjøld í sambandi við fiskiskap eftir makreli í 2012
Málið verður beint í Vinnunevndina
6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 63/2012: Uppskot til løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin tilfeingis og loyvisskattur)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. (hámarksupphæddir í 2013)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
9. Framløga