Samtyktirnar í Tórshavnar Býrað verða ikki virdar!

Seinastu tíðina hevur verið eitt ávíst orðaskifti í bløðunum og í útvarpinum Rás2, um barnaansingina í høvuðstaðnum.

Umrøðan byrjaði, eftir at undirritaði sum næstformaður í sosialu nevnd, reisti spurningin um barnaansingina í nevndini, fyrst í hesum árinum.

Spurningurin varð reistur, eftir at nógv foreldur ferð eftir ferð høvdu sagt seg ivast í mannagongdini, tá børn verða skrivað upp til barnaansingina. Og foreldur settu eisini spurnartekin við, hvussu børn sleppa í barnaansing.


Reglugerðin virkar ikki

Vit vita øll, at tørvurin á barnaansing framvegis er stórur, hóast munagóð tiltøk eru gjørd seinastu árini.

Eitt av tiltøkunum fyri at bøta um støðuna, varð býráðssamtyktin í mars í fjør. Tá samtykti fyrst sosiala nevnd - eg var sjálvur formaður har tá, og síðani býráðið, eina reglugerð fyri barnaasingina í býnum.

Reglugerðin er í 14 punktum. M.a. stendur í reglugerðini, at kommunan skal býtast upp í 4 barnaansingarøkir. Øll sum søkja um ansingarpláss skulu fáa skrivligt svar um, nær umsóknin er móttikin, og samstundis skulu tey fáa at vita, hvat nummar barnið er á bæði tí samlaða bíðilistanum og á økisbíðilistanum, og nær barnið væntandi fær pláss. Og eftir reglugerðini skuldi ein upptøkunevnd setast.

Samstundis varð álagt umsitingini at fáa til vega eina telduskipan, so lættari var at fylgja gongdini við barnaansingini.

Eg kann her leggja aftrat, at tað hevði uttan iva verið betri at havt eina skipan til uppskriving av børnum, heldur enn 4 økisskipanir. Tí nógv foreldur kenna seg at detta niðurímillum í skipanini.

Og tað vóru júst foreldur sum gjørdu vart við, at tey ikki kendu seg trygg við skipanina.

Tí varð málið reist, og tað vísti seg, at samtykta reglugerðin og annars alt sum var samtykt í sambandi við hana, als ikki var farið at virka. Tað er ov vánaligt at umsitingin letur næstan eitt ár ganga, áðrenn samtyktirnar verða settar í verk, og tað økir ikki um virðingina ímillum borgarnar.


Próvbyrðan er

hjá tí sum kærir

Foreldur hava verið í bløðunum og sagt, at okkurt er spinnandi galið við uppskrivingini til barnaansingina í kommununi.

Bert tað at foreldur ivast, er nóg mikið til at málið verður viðgjørt einaferð enn. Tað kundi bent á, at skipanin við nýggju reglugerðini ikki er nóg góð. Og tá tað er staðfest, at reglugerðin als ikki er farin at virka, so er støðan ikki øðrvísi enn hon var frammanundan.

Býráðsformaðurin hevur eisini verið alment frammi, og hann er endurgivin fyri at siga, at próvbyrðan liggur hjá tí sum kærir!

Hetta er ikki ein spurningur um at kæra nakran um nakað. Hetta er ein spurningur um at fáa umsitingina at virða tær samtyktir sum býráðið hevur gjørt. Og tað at samtyktirnar ikki eru settar í verk eitt á seinni, taki eg sum væntandi virðing fyri samtyktum í býráðnum.


Og tað er júst tað sum ikki skal henda!

Býráðsformaðurin hevur skyldu til at seta samtyktirnar hjá býráðnum í verk. Og at hann ikki hevur gjørt tað, er átaluvert!


Gongd komin á málið!

Eg havi sett nakrar spurningar í sosialu nevnd. Allir spurningarnir eru settir, eftir at fleiri foreldur hava tosa við meg.

Og hóast tað tykist at verða torført at fáa svar uppá spurningarnar, so standa teir við.

? Eg vil hava eitt yvirlit yvir upptøku av børnum í 1998 og 1999?

? Yvirlit yvir nær børnini eru fødd, nær tey eru komin á bíðilista, og nær tey eru komin inn?

? Hvørji børn sleppa inn á ár 2000?

? Eru børn sloppin inn, sum komin eru av bygd, ella úr útlondum?

? Eru tað politikararnir ið gera av, hvør sleppur inn á stovn?

? Nær verða brøvini, sum upplýsa foreldrunum, hvørji, og nær børnini sleppa inn, send?


Hetta eru spurningar sum neyðugir eru at seta, so foreldur ið ikki sleppa til arbeiðis, ikki bíða til fánýtis.

Í hesum sambandi er vert at leggja aftrat, at upptøkunevndin sum varð samtykt í mars í fjør, er sett herfyri. Tað er at fegnast um, men tað er alt ov seint.

Og eg vóni at viður-skiftini á barnaansingarøkinum koma uppá pláss alt fyri eitt, so borgararnir kunnu hava virðing fyri býráðsarbeiðinum í høvuðsstaðnum.


Heðin Mortensen,

býráðslimur