Skúlabygging
Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd hjá Nes kommunu, sigur, at Arkitektafelagið hjá Albert Isfeldt væntandi fer at bjóða arbeiðið alment út í august.
Samlaða byggingin er mett at kosta nakað oman fyri 40 miljónir krónur, sigur hann.
Súni vísir á, at tá ið tilboðini, sum vónandi verða lægri enn metingin, eru komin, verður endalig støða tikin til málið, eitt nú til fíggingina av verkætlanini - og um øll verkætlanin verður framd í einum ella møguliga tveimum byggistigum.
- Málið er, at meginparturin av arbeiðnum verður liðugt á sumri í 2007.
Hann sigur, at Nes kommuna í fleiri ár hevur sett pening av til hesa skúlabygging, sum hann metir vera alneyðuga til tess at lúka krøvini í skúlalógini ? og eisini við atliti til menningina, sum annars hevur verið í kommununi.
- Hetta er eitt stórt, men neyðugt tiltak hjá kommununi, og væntandi verður neyðugt at taka eitt lán, sum er millum 18 og 22 miljónir krónur.
Súni sigur, at hann sum bygdaráðslimur í Nes kommunu í fleiri ár hevur hann verið við til at fyrireikað fleiri útbyggingar av Tofta skúla.
- Men hesar ætlanir eru altíð farnar fyri bakka av ymsum orsøkum; tí fegnist eg av sonnum um, at útbyggingin nú verður veruleiki ? og við hesi útbygging verður Tofta skúli millum teir fremstu í landinum.
Formaðurin í teknisku nevnd vísir á, at við stóru íløguni til skúlabygging fer kommunan við verandi inntøkum, sum liggja um 27 miljónir krónur um árið, kortini at hava pláss til aðrar íløgur.
- Her hugsi eg serliga um ídnaðarøkið millum Oyrarnar og Rætt, sum í løtuni er til viðgerðar í teknisku nevnd, sigur Súni í Hjøllum, sum eisini er varaborgarstjóri í Nes kommunu.