Samtykkja avsláttur til elbilar í morgin

Á tingfundi í morgin fer Løgtingið endaliga at avgreiða lógaruppskotini um at geva avgjaldslætta til elbilar

 

Tað var greiður meiriluti fyri uppskotinum hjá landsstýrinum, tá málið um avsláttur til elbilar var til aðru viðgerð í síðstu viku. Samgongan saman við Sambandsflokkinum tók undir við uppskotinum, meðan fýra fólkaflokstingfólk og teir báðir í Miðflokkinum vóru ímóti.

Ósemja hevur veirð um broytingina, sum undanfarn samgonga gjørdi fyri tveimum árum síðani, tá plugin hybrid bilar eisini fingu avsláttur. Hendan skipanin verður nú broytt aftur soleiðis, at plugin hybridbilarnir fara úr skipanini 1. september og tá koma undir somu skipan sum vanligir beins- og dieselbilar.

Løgtingið fer eisini at hava triðju viðgerð av málinum um at selja landsins partabrøv í P/F Tjaldri.

Hini málini á skránni til tingfundin klokkan 11 í morgin eru 1. viðgerð LM-049/2022 - Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan fyri 2023 – og 1. viðgerð LM-050/2022 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu (Øktar útreiðslur til verkætlanina).