Føroya Felag móti Krabbameini fer í vetur at skipa fyri samtalubólkum, har fólk, sum hava mist makan orsakað av krabbameini, kunnu fáa stuðul og hjálp Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá ein missir makan av eirindaleysari sjúku.
Føroya Felag móti Krabbameini bjóðar teimum, sum hevur mist makan av krabbameini og tørvar stuðul at koma gjøgnum sorgina, at hitta onnur í somu støðu.
Ætlanin er at skipa fyri samtalubólki, har avvarðandi hitta onnur í somu støðu saman við professionellum ráðgevum innan sorg og krabbamein.
Málið við bólkinum er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, sum tapið av makanum setur í gongd og gjøgnum samtalur í bólkinum at fáa stuðul at koma styrkt/ur gjøgnum sorgina.
Byrja verður í januar, og ætlanin er at bólkurin hittist aðru hvørja viku, 10 ferðir íalt.
Ráðgevar vera Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur og Margret Mortensen, ráðgevandi onkologiskur sjúkrarøktarfrøðingur.
Hevur hetta tín áhuga, kanst tú venda tær til krabbameinsfelagið. Telefon 317959, 217957 ella 217959.