SAMTAK limir fáa ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving

Limafeløgini í SAMTAK hava nú tikið stig til, at limirnir í feløgunum ókeypis kunnu leita sær ráðgeving hjá advokati Frá mikudegnum 17. juni kunnu limir í feløgunum í SAMTAK ? tað er Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag - fáa ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving.

- Her bróta vit upp úr nýggjum, tí í mun til aðrar skipanir, fevnir hendan ráðgevingin ikki bert um spurningar, sum hava við arbeiðsviðurskifti at gera, men limirnir kunnu eisini leita sær ráðgeving um onnur løgfrøðilig mál, eitt nú um arvaspurningar, húsakeyp, bilkeyp og persónlig viðurskifti, sigur SAMTAK.

Talan er um telefonráðgeving, har advokaturin hjá SAMTAK hvønn mikudag frá klokkan 18 til klokkan 19 er til reiðar at svara spurningum frá limunum.