Samt býráð vil savna skúlan

– Vit hava viðgjørt málið um at leggja saman allar skúlarnar í kommununi síðani býráðið tók við. Vit hava havt fundir kring um í bygdunum, og tað er eitt samt býráð, sum hevur tikið avgerðina.

– Vit hava viðgjørt málið um at leggja saman allar skúlarnar í kommununi síðani býráðið tók við. Vit hava havt fundir kring um í bygdunum, og tað er eitt samt býráð, sum hevur tikið avgerðina.

 

Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, í sambandi við, at fólk í Hósvík eru farin at savna undirskriftir fyri at varðveita fólkaskúlan í bygdini.

 

Tey hava fingið einar 100 undirskriftir higartil, og tær verða í næstum handaðar borgarstjóranum.

 

Ein teirra, sum hevur tikið stig til at savna undirskriftir inn, er Hans Jacob Djurhuus.

 

Hann segði við Rás2 fyrr í dag, at tey í Hósvík stúra fyri, at bygdin doyr út, og at eingin framyvir fer at seta búgv í Hósvík, um eingin fólkaskúli er í bygdini.

 

– Hósvík verður av álvara ein útjaðari, um vit niðurleggja skúlan, sigur Hans Jacob Djurhuus.

 

Hoyrið samrøðu við Heðin Zachariassen við at trýsta á pílin undir myndini.