Leygarkvøldið 27. august verður steypafinalan í mansfótbólti spæld, tá ið KÍ og Víkingur bresta saman. Seinastu árini, har steypafinalan er blivin spæld á Tórsvølli, hevur tað verið siðvenja, at hon byrjar klokkan 19.45. Soleiðis verður tó ikki í ár, tí at steypafinalan 2016 byrjar klokkan 18.
Nógv vilja vera við, at orsøkin til hesa framskundingina er, at steypafinalan skal passa inn í ferðaætlanina hjá Smyrli leygardagin 27. august, tá ið Smyril siglir tveir eykatúrar til Klaksvíkar fyri at flyta klaksvíkingar suður til Havnar og síðani heim aftur.
Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá fótbóltssambandinum, vil tó vera við, at orsøkin til framskundaðu finaluna er tann, at kvinnurnar hjá KÍ komu í steypafinaluna hjá kvinnum. Vanliga verður kvinnufinalan spæld sum tann síðsta av nógvum finalum áðrenn mansfinaluna, men soleiðis verður ikki í ár, tí at KÍ-kvinnurnar eru burturstaddar í evropeiskum fótbóltsørindum, tá ið tær áttu at spælt steypafinalu.
- Komu kvinnurnar hjá KÍ í steypafinaluna, so skuldi tann finalan flytast. Og tað er hent. Longu tá ið kappingin bleiv løgd til rættis var okkara plan-B tann, at mansfinalan mátti framskundast, so at finaludagurin leygardagin 27. august bleiv meira samanhangandi. Vit ynsktu ikki, at tíðarspennið ímillum síðstu ungdómsfinaluna og fyrstu mansfinaluna skuldi blíva ov stórt, sigur Róin Schrøter í samrøðu við in.fo.
- Plan-B verður tó ikki kunngjørdur fyri nøkrum. Nú er politikkur og strandferðslan komin upp í málið, men hetta hevur onki at við avgerðina hjá okkum at gera.
Tá ið Róin Schrøter at enda varð spurdur heilt ítøkiliga, um framskundaða mansfinalan hevði nakað at gera við tíðarætlanina hjá Smyrli, var svarið stutt og greitt:
- Yvirhøvur ikki.
Hetta er tó ikki í tráð við tað, sum samferðsluleiðarin hjá strandferðsluni, Jens Petur Brattalíð, segði í samrøðu við tíðindasendingina hjá útvarpinum 1. juli.
- Tað ber til hjá Smyrli at sigla til Klaksvíkar, um tað verður gjørt soleiðis, sum vit hava skotið upp. Hetta merkti, at steypafinalan mátti spælast klokkan 18 ístaðin fyri klokkan 19.45. Fótbóltssambandið hevur verið í sambandi við Strandferðsluna og váttað tað, at fótbóltssambandið vildi gjarna hjálpa til soleiðis, at Smyril kundi sigla til Klaksvíkar, segði Jens Petur Brattalíð í samrøðu við útvarpið hin 1. juli.
Samrøðan, ið Kringvarpið gjørdi við Jens Petur Brattalíð og aðrar við, kann hoyrast HER.
Sambært keldum hjá Miðlahúsinum hevur Víkingur gjørt fótbóltssambandinum greitt, at felagnum dámar onki, at finalan er blivin framskundað. Millum annað av tí orsøk, at Víkingur hevði bílagt eina rúgvu av bussum at flyta fjepparar sínar til Havnar í samsvari við upprunaliga dystartíðspunktið, sum var klokkan 19.45.
Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, hevði tó ongar viðmerkingar til málið, tá ið hann varð spurdur av in.fo fyrr í dag.
Leygardagin 27. august siglir Smyril úr Klaksvík klokkan 14 og er í Havn klokkan 15.30, og síðani siglir Smyril KÍ-fjeppararnar heim aftur klokkan 21. Verður steypafinalan avgjørd eftir vanliga leiktíð, so endar hon beint áðrenn klokkan 20.