Samstarvsvilji Sjálvstýrisfloksins

Viðmerking til samrøðu við Jóannes Eidesgaard í Sosialinum 1. desembur

Sámal Petur í Grund

løgtingsmaður, formaður

í tingbólki Sjálvstýrisfloksins



Sosialurin hevur fríggjadagin 1. desembur samrøðu við formann Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, hvar spurningurin um eitt møguligt samstarv millum Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin, eftir eitt komandi løgtingsval, verður viðgjørdur.

Jóannes Eidesgaard fær tað til, at tað ikki er samsvar millum tað aktivu politikarar sjálvstýrisfloksins vilja og tað veljarar floksins vilja. Hetta við grundarlagi í eini veljarakanning gjørd í novembur mánaða.

Visandi til omanfyrinevndu veljarakanning, sigur Jóannes Eidesgaard, at veljarar Sjálvstýrisfloksins helst vilja, at flokkurin samstarvar við Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin.

Sannleiki við modifikatiónum

Sagt verður viðhvørt um okkurt ivasamt sum liggur til grund fyri onkrum, at tað er ein sannleiki við modifikatiónum. Soleiðis tykir mær at grundarlagið undir meting Jóannesar er háttað.

Hetta, tí at veljarar Sjálvstýrisfloksins uppá fyrispurning um hvønn teir helst vilja, at flokkur teirra samstarvar við, svara soleiðis: 37% fyri Fólkaflokkinum og 16,7% í part til Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin.

Tey 41% sum umrødd verða í omanfyrinevndu samrøðu, er eitt svar frá veljarum floksins uppá hvønn teir halda best kunna loysa spurningin um ríkisrættarligu støðuna.

Tað er ikki vist, at tað er samanfall millum tað, sum veljarar floksins halda um loysn á ríkisrættarligu støðuni, og so hvønn veljararnir helst vilja at flokkurin samstarvar við.

Hetta sjónarmið verður undirbygt við støði í einum øðrum spurningi í somu veljarakanning. Nevniliga spurninginum um vit skulu hava nýval. Henda spurning svara 87,5% av veljararum floksins nei til.

Hetta kann líka so væl takast sum tekin um, at veljarar Sjálvstýrisfloksins eru nøgdir við tað samstarv Sjálvstýrisflokkurin í løtuni er í.

Samstarv við Javnaðarflokkin

Eisini førir Jóannes Eidesgaard fram, at tað var Sjálvstýrisflokkurin íð forðaði Javnaðarflokkinum í at koma í samgongu seinast. Hetta sjónarmið kennist eg ikki við og eigi ikki lut í, so er tað sagt.

Annars skal Jóannes hava takk fyri positivu støðu sína til eitt møguligt samstarv millum Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin, eftir eitt komandi løgtingsval.

Verandi samgonguskjal er bert galdandi hesa løgtingssetuna og er Sjálvstýrisflokkurin tilreiðar at taka støðuna upp til viðgerðar eftir eitt løgtingsval, og tað uttan nakrar sum helst fordómar.