Eitt av høvuðsevnunum, ið varð umrøtt á ólavsøkuorðaskiftinum, var eldraøkið. Politisk semja er um, at eldraøkið 1.januar 2005 skal flytast út til kommunurar. Á fíggjarlógini fyri ár er eldraøkið mett til at kosta góðar 230 millónir, so talan verður um ein kostnaðarmiklan post, ið kommunurnar skulu yvirtaka.
Drúgvasta kjakið í løgtinginum í farnu viku var um, hvørt núverandi kommunubygnaður við heili 48 kommunum megnar at yvirtaka eldraøkið.
Løgtingslimirnir Heðin Zachariassen, Andrias Petersen og Kristian Magnussen settu allir stórt spurnartekin við ætlanina hjá landsstýrinum við núverandi kommunubygnaði, og róðu fram undir, at fleiri kommunur vóru alt ov smáar at taka sær av sær av eldraøkinum.
Samstarvsøki neyðug
Landsstýrismaðurin í Almannamálum, Páll á Reynatúgvu, tekur undir við kritikkinum.
? Tað er rættiliga órealistiskt, at eldraøkið verður lagt út í núverandi kommunubygnaði. Um talan verður um kommunusamanleggingar, skal eg ikki leggja meg í, tí tað er ein politisk telving. Í løtuni arbeiðir ein bólkur við umboðum fyri kommunurnar, Løgmálaráðið, Fíggjarmálaráðið og embætisfólki við einari ætlan, hvussu vit á besta hátt fáa eldraøkið flutt til kommunurnar, greiðir Páll á Reynatúgvu frá.
Landsstýrismaðurin vísir á, at arbeiðsbólkurin arbeiðir serliga við fíggjarliga og útjavningar partinum .
Á Almannaráðnum eru tey eisini í holt við at smíðja eina nýggja rammulóg fyri eldraøkið. Tá rammulógin er endaliga orðað, verður hon lagt fyri arbeiðsbólkinum til umrøðu.
Hóast Páll á Reynatúgvu ikki vil leggja seg út í kjakið um kommunusamanlegging, so heldur hann, at ein møgulig skipan kundi verið at býtt Føroyar í samstarvsøki. Hann nevnir eini 7-9 samstarvsøki, sum eina møguliga skipan.
? Í løtuni er heimarøktin býtt í seks øki, og ein líknadi skipan fyri eldraøkið kundi verði ein møguleiki. Eitt økið á stødd við Sandoynna kundi verið støddin fyri hvørt samstarvsøki, sigur landsstýrismaðurin í Almannamálum.
Central staturin spælt fallit
Samgongan hevur grundgivið fyri at leggja eldraøkið út til kommunurnar, at barnaansingin hevur eydnast so mikið væl, at eldrarøktin eisini átti at verði ein uppløgd uppgáva hjá kommununum at umsita.
Fólkafólkstingmaðurin, Heðin Zachariassen, vísti á í SVF fríggjakvøldið, at ein ikki kann samanbera eldraøkið og barnaansingarsøkið, tí eldraøkið er væl dýrari enn barnaansingin at umsita.
Páll á Reynatúgvu heldur tó ikki, at størsti trupulleikin við at flyta eldrarøktina til kommunurnar liggur í tí fíggjarliga partinum.
? Tað er ikki tað fíggjarliga, sum er størsti trupulleikin. Spurningurin snýr seg hinvegin um tíð og fakligheit, sigur hann.
Hann sær fyri sær, at eldraøkið í framtíðini verður skipað, sum hon verður á Sandoynni. Á Sandoynni verður roynt at samantvinna økini heimarøktina og røktarheimini, og landsstýrismaðurin heldur, at framtíðarpolitikkurin á eldraøkinum átti at fylgt skipanini á Sandoynni. Hann vísir á, at tað er nógv greiðari við einum forumi fyri bæði heimarøktina og røktarheimini .
Páll á Reynatúgvu heldur eisini, at tað er í tøkum tíma, at eldraøkið verður flutt til kommunurnar.
? Eftir mínum tykki, hevur central staturin spælt fallit seinastu 25 árini. Landið hevur ikki megnað at røkt eldraøkið á nøktandi hátt, og tískil er tað skilabest, at eldrarøktin í framtíðini fer frá at verða fjarstýrd til at verða nærstýrd, greiðir landsstýrismaðurin frá.
Spurdur um, hann ikki beinleiðis trýstir kommunurnar at samstarva ella at leggja saman við at leggja eldraøkið út til tær, svarar Páll á Reynatúgvu, at kommunurnar sjálvar vilja og krevja at fáa eldraøkið undir hond, eins og tær ynsktu barnaansingina.
Hann greiðir frá, at við at yvirtaka eldraøkið kunnu tær draga borgarar til sín, og ein kapping fer helst at stinga seg upp, um hvørjar kommunur fara at megna geva borgarum bestu tænastuna á eldraøkinum.
Størsta stigið nakrantíð
Í løtuni eru kommunurnar, í tøttum samstarvi við landið, í holt við stóra útbygging á eldraøkinum kring landið á. Áðrenn hálvtannað ár er runnið, er ætlanin, at í alt 123 nýggj røktarheimspláss skulu verða tøk.
? Henda bygging er størsta stigið á almannaøkinum nakrantíð, og nýbyggingin fer at minka nógv um stóra tørvin á eldraøkinum, fortelur Páll á Reynatúgvu.
Góð 60 røktarheimspláss verða bygd Norðstreymoy, Runavík og Havn, meðan helmingurin verður nýttur til sambýli. Tey verða bygd á Toftum, Gøta, Eiði og Leirvík verður bygt sambýli.










