Hetta var ein av niðurstøðunum á fundinum í Reykjavík seinnapartin millum løgmann og íslendska uttanríkisráðharran í Hoyvíksráðnum.
- Bæði íslendingar og føroyingar hava áður havt á lofti, at tað verið skilagott at bjóða Grønlandi at gerast partur av Hoyvíkssáttmálanum. Á fundinum í dag varð møguleikin aftur umrøddur, og báðir partar eru sinnaðir at styrkja samstarvið við Grønland. Vit miðja ímóti, at grønlendski landstingsformaðurin Aleqa Hammond verður eygleiðari á næsta fundi í Hoyvíksráðnum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í tíðindaskrivi.
Løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin umrøddu eisini onnur mál á fundinum seinnapartin. Millum annað varð nomið við avbjóðingarnar á landbúnaðarøkinum og møguleikarnir í arktiska samstarvinum.










