Fyrsti fløgupakkin er komin til Tutl, eftir at tað eydnaðist at fáa í lag samstarv við Sony. Hetta hevur m.a. við sær, at føroyska plátufelagið verður kunnað nógv fyrr, og Tutl sær eisini samstarvið, sum eitt samband út í heim, ið føroyskir tónleikarar møguliga einaferð kunnu fáa gagn av.
Hóast Tutl er einasta felag, ið Sony sendir beinleiðis til, so fáa onnur eisini hendur á vørum frá Sony, men tá eru millummenn inni í myndini.
Tutl fegnast um samstarvið við Sony og um at hava á hillini nøvn sum Ricky Martin, Savage Garden, Will Smith, Korn, Billy Joel, Europe, L. Hill, Santana, Janis Joplin, ,Ozzy Osborne, Alice Cooper, Rage against the Machine, Jennifer Lopez og mong onnur.