Vágs Býráð og bygdaráðið í Porkeri hava í kvøld sagt samstarvið við hinar kommunurnar um felags barnavernd, upp Samstarvið um eina felags barnavernd í Suðuroy endar nú á nýggjárinum.
Tað er greitt eftir at bæði Vágs Býráð og bygdaráðið í Porkeri hava einmælt samtykt at siga samstarvið við hinar fimm kommunurnar í Suðuroy um eina felags barnavernd, upp, frá 31. desember.
Vágbingar og porkerningar eru so ónøgdir við barnaverndarsamstarvið, at báðar kommunurnar fara nú í felag at skipa sína egnu barnavernd ístaðin.
Á býráðsfundi í Vági í kvøld varð ført fram, at tey vóru ikki nøgd við tænastuna, tey fingu frá umsitingini hjá felags barnaverndini í oynni og at tað er eftir tilmæli frá felags sosialu deildini hjá Vági og Porkeri, at samstarvið nú verður sagt upp.
- Vit fáa ov lítla tænastu fyri pengarnar, barnaverndarsamstarvið kostar okkum og barnaverndarmálini verða ikki handfarin á nøktandi hátt, søgdu býráðslimir í Vági.
Upplýst varð eisini, at samstarvstrupulleikar eru ímillum stovnar í Vági og í Porkeri, sum hava við børn at gera og barnaverndarumsitingina.










