Samstarvið er nú formaliserað

Sands kommuna og Húsavíkar kommuna hava nú gjørt sínámillum sáttmála um barnaskúlasamstarv.

Sands kommuna og Húsavíkar kommuna hava nú gjørt sínámillum sáttmála um barnaskúlasamstarv.

 

- Síðan 2010 hava børnini úr Húsavíkar kommunu verið partur av skúlagongdini í Sands skúla, sum er frá fyrsta til og við fimmta flokk.

 

Í Sands kommunu vita tey at siga, at kommunurnar nú hava formaliserað hetta samstarv og hava gjørt eina fimm ára samstarvsavtalu, sum byrjar 1. august í 2019.

 

- Telduútgerðin og samvirknu teldutalvurnar eru allar nýggjar, og tekniska útgerðin í skúlanum er fyrsta floks, siga tey í Sands kommunu.

 

Sands skúli er frá 2009 og er um 800 fermetrar stórur.