Samstarvið byrjar 1. januar 2006 og er fyribils galdandi til 31. desember 2008.
- Í hesum samstarvi eru umleið 7000 fólk, og meta vit, at hetta er ein hóskandi stødd til tær uppgávur, sum barnaverndartænastan hevur sambært nýggju Barnaverndarlógini, sigur Gøtu kommuna.
Avtalan verður eftir ætlan endaliga undirskrivað av borgarstjórunum og landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum 15. september.










