Samstarva um vatn

Føroya Handilsskúli og skúlar á Malta, í Grikkalandi, í Noreg og í Danmark samstarva um verkætlan um vatn, nevnd Water Wisdom

ALTJÓÐA SAMSTARV
Føroya Handilsskúli

Tað eru Sonja Oyrabø Petersen, inspektørur á Handilsskúlanum og Herth Olsen, lærari á Handilsskúlanum, sum arbeiða í einum FHS flokki við evninum.
Verkætlanin um vatn er ein samstarvsverkætlan millum londini, og er Danmark umboðað við einum handilsskúla í Køge, meðan Noreg er umboðað av fólkaskúla, miðnámsskúla og læraraskúla í Hønefoss.
Malta og Grikkaland eru somuleiðis umboðað av miðnámsskúlum umframt fólkaskúla og barnagørðum. Á Malta og hvussu maltabúgvar útvinna vatn. Malta er 316 km2 (sum Eysturoyggin) og har búgva um 400.000 fólk
Føroyar eru umboðaðar av Føroya Handilsskúla.
Endamálið við verkætlanini er at gera kunnandi tilfar um vatn, sum skal brúkast sum undirvísingartilfar í skúlunum. Kunnandi tilfar skal gerast um vatn við atliti at t.d.:
- vatn sum orkukelda
- almenn vitan um vatn
- spillvatn
- vatnnýtsla í Føroyum
- góðska á vatni í Føroyum

Tveir læarar av Handilsskúlanum fara í hesum mánaðinum til Grikkalands á samstarvsfund. Í mai 2004 skal alt kunningartilfarið verða liðugt. Tá skulu tveir lærarar og fimm næmingar verða við til endaligu framløguna, sum eisini verður í Grikkalandi.
Í sambandi við verkætlanina koma nakrir av samstarvspartnarunum hjá Føroya Handilsskúla á vitjan higar. Tann 5. -7. mai vitjar Carten Blom Ruud, dekanur á Høgskolen í Buskerud og formaðúr í verkætlanini, WaterWisdom, og 1. - 7. mai vitjar Ernest Azzopardi, deildarleiðari á Junior College, sum er partur av Malta Universiti. Ernest Azzopardi er eisini st´jori fyri the Water Institute á Malta.