Samstarva um trygdina í Sandoyartunlinum

Kommunurnar við báðar endarnar á Sandoyartunlinum skulu samstarva um trygdina í tunlinum.

 

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið samstarvsavtaluna. Málið byrjaði við, at borgarstjórin á Sandi Heri Sverrason, hevði roynt at fingið í lag samstarv millum kommunurnar í Sandoynni til eina felags kommunala tilbúgving á Sandoynni. Hóast fleiri royndir bar hettar ikki á mál. 

Tí vendi hann sær til Tórshavnar kommunu um samstarv. 

Samstarvið fevnir um § 8 stk. 1 í Tilbúgvingarlógini. 

»Kommunala tilbúgvingin skal, við fyriliti til váðan í kommununi, vera før fyri at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir í sambandi við skaðahendingar ella vanlukkur, ella tá hóttandi vandi er fyri hesum. Kommunala tilbúgvingin skal eisini vera før fyri at taka ímóti, hýsa og í neyðugan mun kostarhalda bráfluttum og fólki, sum orsakað av neyðstøðu eru komin illa fyri.«

Talan er um at Tórshavnar sløkkilið kemur at hava dagligan rakstur og átaksábyrgd.

Gerast skal ein formlig samstarvsavtala ímillum kommunurnar, sum lýsir hvat samstarvið inniheldur. 

Á býráðsfundi í gjár samtykti Tórshavnar býráð einmælt samstarvsavtaluna.