Samstarva um at stovna lesiringar

Í annaðkvøld klokkan 19 verður stovnandi fundur á Bókasavninum við Løkin av lesiringi.

 

 

Bókasavnið við Løkin og Bókasavnið í Nes kommunu fara nú at samstarva um at seta lesiringar á stovn. Lesiringar breiða seg sum ringar í vatninum í hesum døgum.

 

Fleiri lesiringar hava verið sjálvstøðugt virknir í mong ár, og summir lesiringar eru knýttir at bókasøvnum. Stovnan av lesiringi hevur verið í umbúna eina tíð á Bókasavninum í Runavík, og nú hava Bókasavnið við Løkin og Bókasavnið í Nes kommunu avtalað at samstarva um at stovna lesiringar.

- Tað eru fleiri fyrimunir við samstarvi, siga Solveig Debess, limur í bókasavnsnevndini í Nes kommunu og Svend Højgaard, leiðari á Bókasavninum við Løkin, sum samskipa stovnanina av lesiringunum.

 

Tey leggja aftrat, at fyrimunirnir við at taka hetta stig saman, er, at tað verða fleiri, sum kunnu samskipa alt rundan um lesiringarnar.

 

- Eisini vænta vit at fáa enn fleiri áhugaði at luttaka. Tá fleiri eru við, ber til at deila okkum upp í smærri bólkar, eitt nú í mun til, hvat slag av bókmentum hvør einstakur ynskir at lesa. Soleiðis eru bara fyrimunir við samstarvi og við nógvum luttakarum, siga Solveig Debess og Svend Højgaard.

 
Í annaðkvøld verður so stovnandi fundurin á Bókasavninum við Løkin. Fundurin, sum er almennur, byrjar klokkan 19, og tað er ókeypis at verða við á fundinum. 

 

Bókasøvnini bæði bjóða eisini teimum, sum møta til stovnandi fundin, ein drekkamunn við høvið.