Føroyskir og íslendskir myndugleikar fara nú at útgreina møguleikarnar við at samstarva á heilsuøkinum.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, og íslendski heilsumálaráðharrin, Siv Friðleivsdóttir, tosaðu í gjár um møguleikarnar fyri einum tættari samstarvi á heilsuøkinum.
Fundurin var sera góður, og tey bæði samdust um, at embætisfólk frá báðum londunum
skulu fara undir at gera eina útgreining av samtarvsmøguleikum.
Fundur hevur fyrr í ár verið millum leiðslurnar á Landssjúkrahúsinum og Landspitalinum í Reykjavík um samstarv. Tað arbeiðið heldur fram, og ætlanin er, at samstarvið millum sjúkrahúsini verður víðkað til eisini at fevna um onnur heilsupolitisk øki.
Á fundinum í gjár bjóðaði íslendski ráðharrin Hans Paula Strøm á vitjan í Íslandi tíðliga næsta ár í sambandi við ta komandi avtaluna.










