Veljarakanning
-Hetta er ein góð kanning fyri Javnaðarflokkin. Vit hava ligið stabilir millum 24 og 25% við tær seinastu kanningarnar, tvs. at framgongdin síðani seinasta val uppá 2,5% er komin fyri at verða. Tað er sera hugaligt at liggja á einum øðrum plássi, nú vit skjótt fara at nærkast endaspurtinum til komandi val. Tá veit man, hvat farið verður eftir sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, sum eisini heldur, at henda veljarakanningin gevur flokkinum áræði til framhaldandi at stríðast fyri síni søk.
Kanningin, sum her verður sipað til, verður almannakunngjørd í nýggja vikublaðnum FREGNIR í gjár. Fynd hevur gjørt kanningina fyri blaðið.
Vit spurdu formannin í Javnaðarflokkinum, hvat flokkurin kann brúka úrslitið av veljarakanningini til!
?Vit fara at brúka úrslitið til fyrst og fremst at mobilisera egna styrki og at markera okkum meira, nú tað nærkast valinum.
At Tjóðveldisflokkurin framvegis er størsti flokkur heldur Jóannes Eidesgaard vera tí, at tjóðveldisfólk eru tjóðveldisfólk líkamikið, hvat enn hendir í samfelagnum. -Tað skerst so heldur ikki burtur, at Tjóðveldisflokkurin hevur sína glæstritíð beint nú. Men nú byrjar so spakuliga at flata út hjá flokkinum sammeta vit við seinastu veljarakanningina.
Veljarakanningin vísir eisini, at flestu javnaðarveljarar vilja samstarva við Sambandsflokkin og øvugt. Gevir tað Jóannesi Eidesgaard nakra ábending um samgongumøguleikar eftir valið!
-Tað er heilt týðuligt, at ein meiriluti av bæði sambands- og javnaðarveljarunum helst sær, at ein samgonga millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin er veruleiki eftir næsta val. Tað er ein samgonga, sum avgjørt tiltalar Javnaðarflokkin, serstakliga nú Sambandsflokkurin hevur víst seg vilja flyta seg í sjálvstýrisspurninginum. Og nú Sambandsflokkurin er ein sosial-liberalur flokkur, hví skuldu vit tá ikki eisini kunna samstarva við hann um tann sosiala og tann búskaparliga politikkin!
-Tú sær ikki fyri tær tann møguleika, at Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin kunnu fara at nærkast meira og møguliga skipa samgongu eftir valið, nú Tjóðveldisflokkurin í seinastuni hevur meldað út tað sama sum Javnaðarflokkurin í fleiri heimligum málum?
-Hyggja vit eftir tølunum frá kanningini, so er tað týðuligt, at tjóðveldisveljarar venda Javnaðarflokkinum bakið, og tað mugu vit taka til eftirtektar.
Avleiðingar ógreiðar
-Nú sigur ein meiriluti ja til ætlanina at minka um blokkin við 400 mill. kr. frá 2002!
-Vit mugu taka til okkum, at vit hava ikki gjørt okkum tann neyðuga ómakin til at greiða frá, hvørjar búskaparligu fylgjurnar eru av hesum. Vit hava so við vilja valt at bíða við hesum, til vit hava skrivað okkara álit í Uttanlandsnevndini. Tá koma vit fram við, hvat hetta fer at merkja sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at landsstýrið manglar próvbyrðuna fyri, hvørjar avleiðingarnar verða, um 400 mill. verða tiknar av blokkinum.
-Tað skyldar landsstýrið Føroya fólki eitt svar uppá. Tað er ov romantiskt at siga, at man tekur 400 mill. kr. av og einki siga um, hvat so hendir. Vit í andstøðuni mugu tí til at greina út, hvørjar avleiðingarnar verða og tað fara vit at gera.
Annars er formaður Javnaðarfloksins eitt sindur ørkymlaður av veljarakanningini, tá 51% vilja hava fullveldi og umleið sama tal ynskir at vera innan fyri Ríkisfelagsskapin.