- Tað er gleðiligt. Sjálvsagt fegnist eg um, at fyrsti føroyingur ár 2000 kom í heim á Tvøroyri, ella í Suðuroynni. Eg skilji, at hetta er samstarv milum Tvøroyri og Porkeri, so vónandi er hetta ímynd av betri samstarvi millum sunnaru og norðaru helvt av Suðuroynni í nýggju øldini, tí oyggin má standa sum eitt framyvir. Vit hava sæð ov nógva togan aftur og fram, heldur Jóannes Eidesgaard.
- Serliga sunnara helvt hevur verið illa fyri, hvat burðartølum viðvíkur. Einaferð í 1999 vóru bert 6 børn fødd sunnanfyri Hovsegg, talið er kanska komið uppá eini 8 ella 9, men fyrr vóru ofta tveir flokkar í sama árgangi í skúlanum í Vági, so gongdin er ikki góð, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur seg sjálvsagt ikki kenna beinleiðis orsøkirnar til lága barnatalið, men vísir á, at trupulleikin eisini er politiskur. Hann sigur, at her mugu lands- og kommunalpolitikarar samstarva og hetta verður eisini gjørt.
- So leingi tað er lív, er eisini vón, sigur Jóannes Eidesgaard.










