Á Havgranskingarstovninum í Noregi fegnast tey um, at kalda politiska veðurlagið millum eystur og vestur ikki gongur útyvir granskingarsamstarvið hjá Noregi og Ruslandi Granskingarsamstarvið millum Noreg og Rusland í Barentshavinum er gott og óbroytt, hóast uttanríkispolitiska veðurlagið millum Rusland og NATO er vorðið kaldari, og Rusland er hildið uppat við øllum hernaðarligum samstarvi við NATO-lond.
Norskir og russiskir havgranskarar arbeiða nevniliga í tøttum samstarvi, nú ársins átak í Barentshavinum er fyri.
Enn er óvist, um politiska stríðið fer at fáa nakrar avleiðingarnar fyri samstarvið millum londini um Barentshavið, har sivil og hernaðarlig før sigla um hvørt annað undir bjargingaruppgávum, marknaðareftirliti og vaktarhaldi á fiskileiðum.
Á norska Havgranskingarstovninum eru tey fegin um, at einki er broytt millum londini higartil, tá ræður um granskingarsamstarv í Barentshavinum.
Í hesum døgum eru norsk og russisk havrannsóknarskip í holt við ársins størstu og mest umfatandi kanning av havumhvørvinum.
Norski Havgranskingarstovnurin luttekur við fýra skipum, meðan russiski Havgranskingarstovnurin luttekur við skipinum, Vilnyus.
Endamálið við átakinum er einki minni enn at kanna støðuna hjá økoskipanini í øllum tí ísfría partinum av Barentshavinum.