Sleiparin hjá skipasmiðjuni Mest - Samson - vitjaði Fuglafjørð hósdagin, har borgarstjórin, havnarmeistarin og umboð frá Effo og Havsbrún vóru umborð og vitjaðu.
- Menn vóru á einum máli um, at tað leingi hevur verið tørvur á einum størri sleipara – stutt og greitt tí, at kundarnir hava tørv á tí, sigur Mest
Lagt verður aftrat, at við einari longd á 26 metrar og breidd á átta metrar - og eini tóvmegi á 39 tons - kann Samson hava stóran týdning fyri menningina í Fuglafjarðar Havn og øðrum havnum kring landið.
- Okkara tænasta og møguleikar við einum so stórum sleipara ger, at størri skip nú hava møguleikan fyri at koma at bryggju.
Á skipasmiðjuni Mest siga tey, at Samson eisini er vælegnaður at verða við í tilbúgving Føroya við vatnkanónum og einum sterku spæli.
- Samson hevur eisini bummar, sum røkka einar 10 metrar út frá skipinum á hvørjari síðu og sum kunnu brúkast í samband við oljudálkingar, verður sagt á Mest.










