Ólavur Thorsteinsson er settur sum samskipari av ólavsøkukonsertini í ár. Umframt hevur hann eisini verið hjálparsamskipari av Ung í Arbeiði hjá Tórshavnar Kommunu.
Ólavur, sum eisini er kendur frá Scrub.Art, sum hann og Bárður D. Christiansen manna, samskipar konserttiltakið, ið sum vant verður tann 27. juli. Umframt sjálva konsertina á útipallinum, verður Perlan eisini partur av tiltakinum, og har verður Undirbeat. Í Reinsarínum er ætlanin at hava uppkomandi bólkar.
Høvuðsnavnið á Ólavsøkukonsertini 2010, er danski bólkurin Duné, sum millum annað hava vunnið stórar virðislønir sum t.d. P3 prisen, Gaffa prisen og Danish Music Awards. Dúné eru í løtuni á turné í Europa.
Føroysku bólkarnir, sum fara á pallin, eru vælkend nøvn; Páll Finnur Páll, Guðrið Hansdóttir, Bet You Are William, Crawling Blue og Jens Marni Hansen.
Konserttiltakið er, sum nakað nýtt, partur av tiltøkunum, sum Tórshavnar Kommuna skipar fyri á ólavsøku.









