Samskipa Tolleftirlitið í Havn og Vágum

Toll- og Skattstovan arbeiðir við at finna fram til eina felags vaktarskipan fyri Tolleftirlitini í Havn og í Vágum. Fasta sambandið um Vestmannasund ger tað møguligt at brúka tollararnar í vaktarskipan í báðum støðum, sigur leiðslan á Toll- og Skattstovuni

Tolleftirlit

Vágar:Tollararnir í Havn og í Vágum skulu eftir ætlan ganga í felags vaktarskipan. Fasta sambandið um Vestmannasund ger tað møguligt at fáa væl tættari samstarv enn higartil, sigur stjórin á Toll- og Skattstovu Føroya.
Óli Heinesen, stjóri á Toll- og Skattstovu Føroya, sigur, at arbeitt verður við at samskipa tolleftirlitini í Havn og á flogvøllinum, soleiðis at tollararnir í størri mun kunnu vera til arbeiðis á báðum stðøum.
Talan er um vaktaskipanir bæði í Havn og á flogvøllinum, og ætlanin hjá Toll- og Skattsovuni gongur út uppá, at fá tollararnar at ganga inn í vaktirnar hjá hvørjum ørðum, sigur hann.
Hann nevnir sum dømi, at eitt nú tollarin, sum hevur vakt í Vágum, kann fara til Havnar til abeiðis, tá Norrøna kemur tíðliga á morgni, og kortini vera aftur á flogvøllinum, tá flogførini koma og fara.
Umvent ber so eisini til, at vakthavandi í Havn í størri mun verður til areiðis á flogvøllinum og soleiðis kann styrkja tolleftirlitið har.
?Avstandurin er jú eingin í dag, nú fast samband er undir Vestmannsundi, so tað hindrar ikki at koyra ímillum, staðfestir stjórin á Toll- og Skattstovu Føroya.
Han vísir á, at neyðugt er við alt strangari eftirliti, sum støðan er í dag. Tí ikki er ókent, at eisini harðari narkotist evni verða flutt hendanveg. Og Tolleftilritið tekur slíkt í álvara og vil styrkja eftirlitið í allarstørsta mun, sigur Óli Heinesen.
Hann sigur, at í dag eru fýra tollarar í starvi við Tolleftirlitið í Vágum. Men ein teirra fer úr sarvi í næstum, og enn er ikki støða tikin til, um nýtt fólk skal setast, ella vaktarskipanin skal leggjast so, at samskipanin við Havnina fer at røkja tað starvið eisini.
?Men einki verður gjørt uttan í neyvum samstarvið við tey, sum arbeiða á Tollefirlitinum, sigur Óli Heinesen.