Samskip positivt úrslit á tørførum marknaði

Tað eru ikki allar flutningsfyritøkur, sum hava reyð tøl á botnlinjuni. Føroyska deildin hjá Samskip hevði yvirskot í fjør, og tó at tað ikki var stórt, so fegnast leiðslan Sjálvt um tað gongur striltið hjá farmaflutnins-fyritøkum at forvinna pening í hesum døgum, nú búskaparstøðan er versnað nógv, eru kortini glottar at finna.

Samskip í Føroyum hevur almannakunngjørt ársroknskap sín fyri 2008, og hann vísir eitt avlop upp á góðar 700.000 krónur.

Joel undir Leitinum er stjóri hjá Samskip í Føroyum, sigur at orsøkin til at Samskip siglir ímóti streyminum, er optimering og spísskompitensa av starvsfólkum.

-Fyritøka okkara er væl trimmað til búskaparligar broytingar, og tað bleiv hon longu tá tey fyrstu tekn um kreppu vóru at hóma, sigur Joel undir Leitinum.

Millum annað valdi felagið at fara frá einum flutningskervi upp á fýra skip niður í trý, og tað skuldi vísa seg at verða ein skilagóð avgerð, sum hevur við sær, at felagið framhandandi forvinnur pengar.