Logistikkur
Tann íslendska flutningsfyritøkan Samskip fer í næstum at lata upp eina nýggja farmaleið millum Ísland, Føroyar, England og Holland. Hetta upplýsti felagið í einum tíðindaskrivi í desember og keldur vátta nú at ætlanin er við at koma undir land.
- Vit hava leigað eitt skip til at sigla millum Ísland og europeiska meginlandið og Føroyar koma at innganga sum partur í hesari farmaleið, sigur Sverrir Hannesson á logistikkdeildini hjá Samskip.
- Rutan kemur sum svar upp á ein vaksandi eftirspurning á kapasiteti og fer at verða tænt av »Skaftafell«, eitt 5000 tons bingjuskip sum vit hava leigað til endamálið.
Samskip kemur harvið at hava 14 farmaskip í fastari siglingarleið og fleiri onnur í leigusigling og serskildum góðsflutningi. Við »Skaftafell« hevur felagið trý skip í fastari farmaleið millum Ísland og meginlands Europa. Farandi úr Reykjavík hvønn 14. dag, skal tann nýggja rutan leggjast um Grundartanga á Vesturlandinum og Reyðarfirði á Eysturlandinum áðrenn hildið verður fram til Tórshavn og víðari til Immingham í Englandi og Rotterdam í Hollandi.
Sum skilst á Samskip er eftirspurningurin á sjófrakt millum Ísland og europeiska meginlandið vaksin nógv undir farna ári.
- Vit avgjørdu at tíðin var nú komin til at økja okkara tænastu á hesum leiðum, segði Knútur G. Hauksson, stjóri hjá Samskip í Íslandi.
- Við hesum stigi bøta vit eisini um okkara tænastur til eystara partin av Íslandi samstundis sum vit økja um talið á tøkum siglingum millum landið og kontinentala Europa.
»Skaftafell« er yvir 100 metrar langt, tekur 364 bingjueindir og er útgjørt við tveimum 60 tons kranum við førleika at saman lyfta upp til 120 tons í senn.
Verandi farmaskip sum Samskip hevur í rutu millum Ísland, Stóra Bretland, Skandinavia og meginlands Europa, nevniliga »Arnarfell« og »Helgafell«, halda fram óbroytt í sínum leiðum. Tey bæði skipini eru ikki heilt ókend hjá okkum eftirsum Samskip fyrr hevur verið inni á tí føroyska marknaðinum í samstarvi við Skipafelagið Føroyar.










