Samskip minkar siglingingina til Íslands

Innflutningurin til Íslands er minkaður munandi, nú búskaparkreppa merkir landið. Av tí hevur Samskip endurskoðað siglingarætlanina. Framyvir fara trý skip at røkja rutuna til og frá Íslandi og Føroyum í mun til verandi fýra skip

Akrafell verður tikin úr rutuni á Føroyar/Íslands leiðini og fer í rutu aðrastaðni. Hvassafell heldur fram við rutuni Reyðarfjørður, Kollafjørður, Rotterdam og Immingham, men fer ikki á Reykjavík. Hetta merkir, at Hvassafell fer av Kollafirði 9. hvønn dag.

Rutan hjá Arnarfell og Helgafell er óbroytt og fara teir framhaldandi, at sigla vikuliga millum Reykjavík, Grundartanga, Vestmannaoyggjarnar, Immingham í Bretlandi, Rotterdam í Hollandi, Cuxhaven í Týsklandi, Varberg í Svøríki, Aarhus í Danmark og Kollafjørð.

- Við hesari broyting hevur Samskip lagað siglingarætlanina og felagið, í mun til nýggju fortreytirnar á Íslendska marknaðinum, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Samskipum í Føroyum.