Samskip vónar, at hetta fer at styrkja um støðuna hjá felagnum á marknaðinum í Europa. Keypsprísur er ikki upplýstur.
- Hetta merkir at vit kunnu bjóða eina nógv breiðari tænastu, enn hvat vit hava gjørt frammanundan. Nú bjóða vit frystigoymslu til fisk. Vit sigla frammanundan á Kollafjørð, og Kloosterboer hevur avgreitt okkum har, men ta avgreiðsluna hava vit nú sjálvir, sigur Joel í Leitinum, stjóri í Samskip í Føroyum.
- Vit kunnu spenna okkum meira út við teimum møguleikum, sum eru fyri at fáa fremmand skip at landa í Føroyum. Vit halda, at vit við hesum hava ein kappingarfyrimun. Kloosterboer er eitt sera væl útviklað goymsluhús við einum kapasiteti upp á 7000 tons. Vit síggja stórar vakstrarmøguleikar í Kollafirði, sigur Joel í Leitinum.