Rættarfundur var í dag í Føroyar rætti, har ákærin, Linda Hesselberg, greiddi frá, hvat hendi í Bø, tá løgreglan handtók fýra limir í Sea Shepherd.
Ein teirra, ið varð handtikin á Sandinum var Rosie Kunneke, ið er leiðari fyri Sea Shepherd átakinum, Sleppið Grindini, á landi.
Ákærin, Linda Hesselberg, vísti dómaranum eitt skjal, ið skuldi staðfesta, at tað var ætlanin hjá Rosie Kunneke, at órógva grindadrápið.
Talan var um eitt skjal, ið vísti, at Rosie Kunneke samskifti við Paul Watson, stutt áðrenn áðrenn hon varð handtikin fyri at órógva grindadrápi.
Sambært frágreiðingini frá ákæranum, so varð Rosie Kunneke handtikin umleið klokkan 17.05 á sandinum. Skjalið vísti eini boð, ið Paul Watson skrivaði á síni Facebooksíðu klokkan 17.38, góðan hálvan tíma aftaná handtøkuna, har Watson skrivar, at tað var ætlanin hjá Kunneke at órógva grindadrápið.
- Rosie segði við meg í telefonini, at hon kundi ikki bara standa og hyggja at slíkum miskunnarloysi, uttan at blanda seg.