Samskifti grundarsteinur

Eitt av týdningarmestu amboðunum, ein leiðsla hevur, er samskifti við síni starvsfólk. Millum annað hetta røddi Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, um í fyrilestri sínum

Hákun Durhuus, stjóri á SEV, var fyrsti fyrilestrarhaldarin á ráðstevnuni, og hansara innlegg bar heitið Mennandi leiðsla í verki.
- Fyrilesturin spenti rættiliga breitt. Eg tók útgangsstøði í teimum 10 árunum, eg var stjóri á Føroya Shell, og greiddi frá nógvum praktiskum tingum, sum eg har havi verið ígjøgnum, sigur Hákun Djurhuus.
Hann setti hetta í ein samanhang, har hann dró fleiri ymisk evnir fram.
- Eg tosaði um strategi og um organisatión og um komunikatión, sum er ógvuliga týdningarmikið og tað legði eg stóra herðslu á, sigur Hákun Djurhuus.
Hann sigur, at hetta er eitt týðandi amboð hjá einari leiðslu.
- Ein týðandi partur er menningarsamrøður og motivatión, og tað var líkasum tað, ið eg legði dent á í mínum fyrilestri, sigur Hákun Djurhuus.
Hann tók fram ymisk dømi frá teimum royndum, hann ognaði sær tey tíggju árini, hann var stjóri á Føroya Shell.

Bispur nógv at geva
Men hvat heldur so stjórin á SEV at luttakararnir kunnu fáa burtur úr einari slíkari ráðstevnu, sum FaroEXPO.
- Heilt ítøkiligt veit eg í hvussu er um eitt, sum eg nevndi, og sum eg meti hevur stóran týdning. Tað kom fram longu tá næsti fyrilestrarhaldari kom á pallin, og har hann tók tað til sín, og tað var hetta ítøkiliga við at lata hurðina standa opna fyri starvsfólkinum, sigur Hákun Djurhuus.
Hann nevndi sjálvur, at hann segði fyri starvsfólki sínum, at hansara hurð altíð var opin, men heilt fysiskt var hon afturlatin. Ikki fyrr enn undangongumaður hansara gjørdi hann varugan við hetta, »vaknaði« hann, og síðani hevur hurðin reint fysiskt staðið opin.
- Og hetta er nakað, vit alla tíðina verða dømd upp á, og hetta er so eitt ítøkiligt ting, ið onkur vil taka við sær herfrá, sigur Hákun Djurhuus.
Tað var sjálvur bispur, sum stjórin á SEV sipaði til, men kann hann geva føroyskum vinnulívið nakað.
- Ja, heilt avgjørt. Hann setir alt í ein annan samanhang, eins og hann er ein ógvuliga stórur kapasitetur innan samskifti, og tað er givið, at har kom nógv gott frá honum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.