Valnáttina bakaðu Javnaðarflokkurin og Tjóveldisflokkurin eina politiska revakaku, sum m.a. skuldi gera tað møguligt hjá tveimum býráðslimum hjá Tjóveldinum at fáa fulla løn frá kommununi.
Men nei, kommunulógin loyvir ikki slíkum politiskum revabakstri.
So var bara eitt at gera, og tað var at tosa við landsstýrismannin í fíggjarmálum, ið er javnaðarmaður eins og borgarstjórin. Jú, nú sá betur út, landsstýrismaðurin skuldi bert broyta eina kunngerð, so kundi býráðið sjálvt áseta hvørjir býráðslimir skuldu fáa hægri samsýning, og hvussu nógv hesir skuldu fáa.
Sjálvur haldi eg slíkt vera ódámligt, serliga í hesum døgum, tá uppsagnir og sparingar eru at hoyra í hvørjum tíðindastubba í kringvarpinum. Men javnaðar- og tjóveldisfólk halda - eftir øllum at døma - at ikki er skeivt at geva sær sjálvum nakað meira. Ja, sjálvt fíggjarmálaráðharrin helt tað vera heilt rímuligt, at tey fólk, ið nú vóru vald í bý- og bygdaráð, skuldu fáa eina lønarhækking.
Hvat fáa so býráðslimir í samsýning
Hvat er so samsýningin býráðslimirnir í Tórshavn fáa fyri teirra arbeiði? Teir fáa ymiskt, alt eftir hvussu nógvum nevndum teir eru í, og um onkur er formaður í eini nevnd ella kanska um tú ert varaborgarstjóri.
Borgarstjórin er løntur í 39. lønarflokki, við eini viðbót, sum tilsamans gevur honum góðar 50.000,- kr. um mánaðin.
Allir býráðslimirnir fáa um 6.000,- kr. um mánadin. Harumframt fáa vit 1.500, - kr. um mánadin fyri hvørja nevnd vit eru í. Formenninir í nevndunum fáa 3.000,- kr. um mánaðin. Varaborgarstjórin fær 10% av borgarstjóralønini í samsýning, tvs. 5.000,- kr. um mánaðin. Eisini fáa við nakað, um vit eru í onkrari av teimum mongu smærru nevndunum.
Har var kanska ov nógv at svølgja, men stutt kann sigast, at tilsamans fær varaborgarstjórin millum 20 og 25. 000 kr. um mánaðin. Býráðslimirnir í meirilutanum fáa millum 15 og 20.000,- kr. um mánaðin, og vit í minnilutanum fáa millum 10 og 15.000,- kr. um mánaðin.
Nú kann, hvør í sínum lagi, meta um samsýningina sum býráðlimir í Havn fáa, men umráðandi er at hava í huga, at vit arbeiða ikki í kommununi, so omanfyri nevndu samsýningar, skulu leggjast oman á okkara vanligu løn.