Reuters veit at siga, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, fer at hitta amerikanska uttanríkisráðharran á trygdarráðstevnuni í München.
Sum skilst, verður grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, eisini við á fundinum.
Tíðindastovan sigur, at ætlanin er, at forsætisráðharrin og Marco Rubio, sum er amerikanskur uttanríkisráðharri, skulu umrøða Grønland.
Í gjár gjørdist tað eisini greitt, at norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, eisini fer at hitta amerikanska uttanríkisráðharran í Týsklandi.
Sambært norska kringvarpinum - NRK - fara Jonas Gahr Støre og Marco Rubio at umrøða støðuna í Ukraina.










