Størsti og stoltasti føroyski ítróttarmaðurin nakrantíð hevur enn eina ferð undirstrikað, hvussu framúr hann er. Í finaluni á 1500 metra teininum í frísvimjing í EM á langgeil, sum í kvøld hevur verið í Berlin, var Pál Joensen úr Vági næstfyrstur á mál.
Til ber at síggja samrøðuna við at trýst á pílin á myndini (Rókur í Jakupsstovu/svimjing.com)
Pál var fyrsta triðingin av teininum á fjórða og fimta plássi, men so fór hann so spakuliga at taka seg fram. Orkan kendist vera væl størri enn hjá kappingarneytunum, og stútt og støðugt tók hann seg fram á bronsuplássið og síðani so klárt á silvurplássið.
Les eisini: Pál Joensen næstfremstur á mál
Finalan:
1. Gregorio Paltrinieri, Italia, 14.39.93
2. Pál Joensen, Føroyar, 14.50.59
3. Gabriele Dette, Italia, 14.52.53
4. Stephen Milne, Bretland, 14.53.83
5. Jay Lelliott, Bretland, 14.58.74
6. Gergely Gyurta, Ungarn, 15.03.26
7. Richard, Nagy, Slovakia, 15.11.97
8. Antonio Perez, Spania, 15.16.21